Framsýning: Tjóðsangurin 100 ár

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 100 ár, siðani tjóðsangurin Tú alfagra land mítt varð yrktur, hevur Føroya Landsbókasavn gjørt eina lítla framsýning um tjóðsangin.
À framsýningini er høvið at síggja upprunahandritið til yrkingina, Mítt alfagra landa, ið var heitið á yrkingini, sum Símun av Skarði skrivaði 1. februar 1906, og sum seinni gjørdist tjóðsangur okkara umframt upprunahandritið til lagið til tjóðsangin, sum Peter Alberg gjørdi í 1907. Eisini verða ymiskar týðingar av tjóðsanginum til onnur mál at síggja á framsýningini, sum letur upp mikudagin 1. februar.