Tað gongur væl í Føroyum, ljóðar høvuðs-boðskapur løgmans í árligu løgmansrøðuni - og hetta er so endurtikið aftur og aftur í m.ø. fjølmið-lunum, bæði áðrenn og aftaná at hann helt røðuna.
Jú, so er, og tó koma, innan úr høvdi mínum, ella er tað úr hjartanum ella úr báðum støðum, tankar, hóast eg eri samdur um at tað gongur væl, um hetta nú er allur sannleikin? Ella rættari sagt, ella spurt: gongur tað øllum væl?
Gongur tað væl hjá øllum føringum, harra formaður.
Samanberingar við onnur.
Jú, tað gongur væl í Føroyum, og serliga um vit t.d. samanbera við støðuna aðrar staðir í heiminum. Hugsa um Miðeystrur t.d., har:
ISIS, herur teirra ríku oljumanna, dagliga slátrar í hundra- og túsundatali av ósekum og hevur sett sær fyri at reinsa býir og lond fyri m.ø. kristin,
ella Gaza, har ein annar miskunnarleysur terrorfelagsskapur, Hamas, fremur eitt eirindaleyst fólkadráp á síni egnu,
ella í suður Sudan, har heimsins ringasta hungursvanlukka valdar, har, sambært ST-trygdarráðnum, 3,9 milliónir fólk hungra og har UNICEF metir, at um ikki hjálp kemur beinanvegin, so doyggja 50.000 børn í hungri bara í ár.
Ella í Nigeria, har Boko Haram fremur ta einu ósiðiligu ræðuligu valdsgerðina fyri og aðra eftir,
ella í fleiri av størri býum Europa, har jødahatrið aftur blómar og haðani jødar enn einaferð noyðast at rýma í leitanini eftir einum tryggum hvíldarstaði á jørð.
... og vit kundu tíverri hildið á, nevnt ræðuleikarnar í Ukreina, Somalia,Yemen, har1200 vórðu dripin bara farna vikuskiftið, ella í Sierra Leone og Liberia, haðani ebola virusið hóttir øll heimsins lond- og drepur frá hond.
Jú, sanniliga gongur tað væl, bæði her heima og í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okum við, har búskapurin bráddliga hevur tikið dik á seg aftur .
Men gongur tað øllum føringum væl?
Men eg loyvi mær, at venda aftur til fyrsta spurning mín: gongur tað øllum føringum væl- eiga allir føringar lut í tí vælferð, Skaparin sendir okkum, raðfesta vit vælferðina rætt og javnt?
Ein rannsakandi spurningur, haldi eg, væl vitandi, at fleiri longu hava hugsað, og kanska onkur viðmerking longu er á veg: jamen Jenis, ver nú positivur, síggja tað góða, lat okun gleðast um, at tað gongur væl. Jú gamaní, tað geri eg so sanniliga og óivað flestu við mær, men hevði tað ikki verði ólíka betri, um ikki bara eg og tú og enn fleiri, men allir føringar, kundu gleðst? Ella- nær er støðan so góð, at vit kunnu gleðast treytaleyst? Er hon tað tá 80 % hava tað gott, ella 90, 95, 98, 99 ella?
Sum eina roynd setti je nøkrum vinum mínum hendan spurningin nú ein dagin, og gjørdist ovfarðin og glaður, tá tann fyrsti avgjørdur svaraði: okur kunnu fyrst vera nøgd, tá øll hava tað gott- ikki fyrrenn tá!
Púra rætt! Har er bara eitt rætt svar!
At mong, kanska nærum øll, hava tað gott, heimilar ikki at ein einasti ikki hevur tað nóg gott! Ríkidømið, vælferðin, má koma øllum til góða, harra formaður, áðrenn okur seta okun nøgd upp-afturá. Haldast má á, til framgongdin og vælferðin, Harrin unnir okkum, fevnir allar føringar!
Men hesum trúgvi og vóni eg, at flestu, eisini løgmaður, eru samd við Miðflokkinum í.
Aðrar myndir úr dagsins Føroyum!
Eg kvakk við, tá eg í Sosialinum fyri fáum vikum síðani las hesa yvirskriftina: Vit verða ikki tikin í álvara. Hetta varð sagt av foreldrum at einum menningartarnaðum! Vit verða ikki tikin í álvara- hugsa tær kensluna. Tey høvdu biðið um hjálp, tey høvdu vóna hjálp, tey høvdu væntað, bíða, fingið lyfti um hjálp- men alt sveik, tí tá á stóð, stóð ongin aftanfyri lyftini, tey kendu seg, og tað av røttum, at vera slept uppá fjall.
Nú ein dagin tosaði je við ein vinmann, sum vanliga er bæði blíður, skemtiligur og glaður, men tann dagin var hann uppgevandi, harmur og illur. Hann segði mær søguna um eina einsamalla mammu, sum ongantíð gjørdi haltari hønu mein, men sum dagin fyri varð drigin í rættin – ikki tí hon hevði framt nakað brotsverk, men tí hon ikki megnaði at gjalda kringvarpsgjaldið! Hugsað tær, miskunnarleyst drigin í rættin, tí hon raðfesti ta lítla hon átti til átrokandi tørvir hjá sær og børnunum.
”Hvussu gongst”, spurdi eg ein eldri mann, sum fyri fáum árum síðani fekk ein blóðtøpp í heilan. Ágrítin hevði hann strítt seg á føtur aftur, men nú hugdi hann vónbrotin og syrgin at mær. ”Jú, tað gekk gott, ella- tað gekk framá, til eg noyddust heim av Landssjúkrahúsinum. Gamaní, so slapp eg á Láargarð til framhaldandi venjingar, men so steðgaði eisini tann møguleikin vegna manglandi játtan- og so steðgaði alt upp aftur, bæði so og so”.
Hvat við tí privata spyr onkur kanska beinanvegin, jú, og tað er júst tað, spurningurin snýr seg um. Hava øll fingið lut í framgongdini, so ráð er til tað? Hesin hevði ikki, hann var setsur við hús at syrgja.
Ríkidømið hevur ikki heim til øll!
Eg kundi hildi á at nevnt onnur líknandi dømi sum greitt vísa, at tað ikki gongst øllum væl í ”vælferðarsamfelagnum” Føroyum, at ríkidømið enn ikki hevur nátt heim til øll. Í øllum ríkidømi-num liggja og sita tey gomlu enn, tey sum bygdu samfelagið. Tey sita og liggja og longjast eftir umsorgan, nærveru, kærleika- og tíð. Tíð teirra, sum koma at vitja tey, men sum mugu skunda sær víðari, fyri at náa tí næsta á arbeiðslistanum.
Vælferðin má síggjast aftur hjá tí einstaka!
Harra formaður, tann dag okur neyvt kunnu vísa á, at bíðitíðin til eldraheim er stytt so og so nógv, ella at tíðin sum heimahjálpin hevur til at vera inni í heiminum hjá tí eldra borgaranum er longd við so og so nógvum minuttum, tann dag kunnu okur veruliga byrja at tosa um, at øll hava fingið lut í framgongdini. Framgongdin má náða longur enn til turr fíggjarlig hagtøl í m.a. løgmans-røðuni, hon má, harra løgmaður, eisini náða inn í ta einstaka føroyska heimið, og inn til hin einstaka føroyska borgaran!
Og je vóni ikki, harra formaður, at hesi mugu bíða, tí framgongdin fyrst skal raðfestast til:
.... ein landskassagoldnan golfvøll (onki ilt um golf ella vøll), men heilt erligt- man tosar um hvussu fantastiska gott tað privata megnar hetta og hatta og tað væl betur enn tað almenna. So come on, lat okkum prógva tað, smoyggja upp um ermar, byggja handan golfvøllin privat og lata landskassan fáa frið!
Eg vóni heldur ikki, at framgongdin fyrst skal raðfestast til:
.... eina landskassagoldna ”loftferðslu-brúgv”, hvørs endamál sigst vera (og halt tær nú fast): at skaffa bíligar ferðaseðlar til tungmálmsbólkar at fara út í heim og til útlendskar journalistar at koma higar at vitja festivalar! (Her endurgav eg úr høvuðstíðindum í Krinvarpinum tveir dagar í juli mánaða).
Spurningurin er eisini, harra løgmaður, hvussu man mátar vælferð og framgongd. Jú, bilasølutalið veksur í stórum, kringvarpsstýrda kravgongan fyri at gera tað ónormala normalt er vorðin ein vani og heldur pr. automatik á ár undan árið um enn við færri og færri luttakarum, men talið av árligum fosturdrápum táttar enn í tveir fullar skúlaflokkar!
Her er sanniliga nokk at takast við hjá teimum, sum ynskja at gera Føroyar liviligari hjá øllum og fyri øll!
Hon burdi fingið eina heiðursløn!!
Je nevndi einligu mammuna, sum bleiv drigin í rættin, tí hon raðfesti at brúka peningin til mat, klæðir og annað alneyðugt til sín og børnini heldur enn at gjalda til tey vørpini, sum hon álíkavæl ikki hyggar ella lurtar eftir. Hon bleiv drigin í rættin- sjálvur haldi je, at hon burdi fingið eina heiðursløn! Arbeiði hennara kann ikki virðismetast nóg høgt, hon alir upp komandi ættarliðið, leggur lunnar undir komandi Føroyar, hon fremur eitt stórrverk! At byrðurin, av ymiskum orsøkum, varð henni ímóti og hon gjørdist einsa-møll, átti at givið henni, og øðrum, m.a. teimum gomlu sum løgdu lunnar undir samfelag okkara, ein enn størri lut í vælferðini og framgongdini!
Fjølmiðlafløkjan má loysast.
Loyvi mær, við formansins loyvi, at venda mær til mentamálaráðharran, nú okur tosa um kringvapið. Góði Bjørn Kalsø, vælsignaður loys hesa kreppuna, fjølmiðlarnir eru endaðir í! Finn eina semju – miðlasemju ella hvat vit enn kunnu kalla tað, gjarna eftir tí leisti, áður hevur verið arbeitt eftir.
Umstøðurnar sum nú er eru, eru óvirðiligar fyri øll, miðlarnar, hyggjaran, lurtaran, skattgjaldaran, politikaran, og so fram. Torir ongin at broyta verandi skipan, kann tað lættliga enda við enn størri miðladeyða! Tak upp samráðingar - sjálvandi fyrst av øllum við samgongupartarnar og síðani við andstøðuna - ikki umvent!
Fyri Miðflokkin hevði onki verði betur, enn at tað gjørdist frívillugt at goldi kringvarps-gjald, tvs. at tú sjálv ella sjávur velur, hvat tú betalir fyri at hyggja ella at lurta eftir. Sum tað minsta má skilnaður gerat millum privat og alment, tað er óvirðiligt, at almennu vørpini fram-haldandi fáa sersømdir bæði at troyta landskassan, krevja inn krinvarpsjald og at kappast við tey privatu um privatu inntøkukeldurnar!
Vit mugu verja heilsuøkið og rættin til bestu viðgerð!
Í løgmansrøðuni lesa okur um heilsøkið m.a., at: ”vit eiga at skapa møguleikar fyri at menna enn fleiri viðgerðartilboð í Føroyum, sum vit ikki hava nú”. Jú, eitt skilagott og eitt sjálvsagt mál, men yvir hesum málinum má eitt annað mál standa, harra formaður, harra løgmaður, harra heilsumálaráðharri og løgtingsfelagar, og tað er, at : føringurin eigur rætt til heilsuviðgerð á hægsta altjóða støði! Tað má verða høvuðsmálið- framum at viðgerðir fyri ein hvønn prís skulu vera í Føroyum!
Je havi nevnt tað áður og fari at gera tað aftur- tað er utopi at vænta, at kostnaðurin av kontuni ”viðgerðir uttanlands” fer at minka! Je vági mær at siga, at um so er, so er orsøkin óivað, at okur hava slaka uppá krøvini og ikki bjóða eins góða viðgerð og tænastur sum aðrastaðir! Og tað má ikki henda, tí so hava okur svikið og m.a. skapt enn eina orsøk til at flyta av landinum.
Privatiseringar av heilsuviðgerðum.
Innan heilsuøkið er eitt nýtt fyribrigdi við at taka seg upp, sum je fari at spyrja landsstýris-mannin á økinum, Karstin Hansen, um. Tað er hetta løgna, at arbeiðspláss og tryggingarfeløg bjóða arbeiðs- og viðskiftafólki sínum trygd fyri sjúku-viðgerð uttanlands um bíðitíðin í Føroyum er ov long. Kann tú ikki fáa eina váttan frá føroyska heilsuverkinum um viðgerð áðrenn 14 dagar, so verður tú av tryggingini ella arbeiðsplássinum sendur til serlækna ella á sjúkrahús uttanlands til viðgerðar.
Jamen, sigur óivað onkur, er hatta ikki óført, hatta kann væl lættliga spara samfelagnum pening. Kann vera at tað er rætt, men hetta kann skjótt skapar ein ójavna, sum ger, at tey, sum hava ráð til privatar tryggingar, ella eru heppin at arbeiða á virkjum, sum hava slíkar skipanir, hava ein framíhjárætt- tvs. at vit fáa ein klassamun á heilsu- og sjúkraviðgerðarøkinum. Fari tí at spyrja landsstýrismannin í heilsumálum um hann er vorðin varðugur við hetta og hevur gjørt sær nakrar hugsanir um tað?
Fyribyrging heldur enn viðgerð.
Løgmaður sigur um tað at fyribyrgja sjúkur: ”tað hevði tó verið uppaftur betri, um vit í størri mun kundu fyribyrgt, at fólk gerast sjúk”. Jamen, hetta er ongin trupulleiki, harra løgmaður, men sera lætt at fremja og enntá við skjótum úrslitum- um man veruliga meinar nakað við tað. Her hugsi eg sjálvandi um, at vit ongantíð ov skjótt eiga at taka av skipanina við tollfríum cigarettum og rúsdrekka! Hendan skipanin er jú eitt beinleiðis alment sjúkuelvandi átak, sum at enda førðir deyða við sær! Tað kann aldri verða rætt, harra formaður, at vit halda á við at geva almennan stuðul, sum talan jú er um, til slíkt! So, harra løgmaður, gev heilsumálaráðharranum fullan stuðul, set gerð aftanfyri orðini!
Spurningur mín til landsstýrismannin er enn einaferð- hvussu gongst við at avtaka tollfrælsið á hesum drepandi vørum?
Tær báðar løgmansrøðurnar.
Harra formaður, lesur tú røðurnar báðar, røðu løgmans og røðuna hjá skuggaløgmanninum, Kristinu Háfoss, hendan røðan stóð í Sosialinum vikuna áðrenn ólavssøku, so hevði ein samandráttur av teimum báðum verið ein enn ófør røða, meira erlig, minni reyput, hóast kanska í og so lítið fram-efturlítandi!
Meðan løgmaður freistast av góðu tølunum, og hevur lyndi til, eins og Barak O’Bama og David Cameron, fyri at nevna tveir aðrar navnframar leiðarar, at geva sær sjálvum og ríkisfelagsskap-inum í og so nógva æðru, og gloymur týdningin av alheimskonturunum, so málar tjóðveldiskvinnan myndina ov døkka, tóat hon nemur við nøkur týðandi lyklatøl. M.a. nevnir hon allar tær mió., sum eru komnar afturat inn í samfelagsbúskapin, spyr hvagar tær eru farnar, men velur lætt og elegant ikki at nevna, at síðani 2008 eru játtanirnar til almanna, heilsu- og mentamál hækkaðar við meira enn hálvari milliard.
At mangan kenst trupult at síggja hesar hundratals mió. aftur í dagliga degi brúkaranna er so ein annar, og ikki sørt ørkimlandi veruleiki. Men peningurin er játtaður og tað tænir samgonguni til rós.
Mál Miðfloksins.
Fyri Miðflokkin er umráðandi, harra formaður, at vit verja tað góða, trygga og haldførða kristna grundarstøðið, sum føroyska samfelagið er grundað á. Avgerandi fyri okkum er at standa væl í eygum Harrans og at styrkja føðilandið á etiska, moralska, sosiala og kristna grundvøllinum.
Til valið seinast tosaðu vit søk teirra arbeiðsleysu, um týdningin av at virka fyri at fáa fleiri hendur til arbeiðis aftur og sannast má, at Harrin miðvíst hevur virka við og signað tjóð og fólk. Makrelurin fyllir grunnarnar, og hann verður ikki longur sendur øðrum londum at víðarivirka, men skapar arbeiðspláss runt landið, nú eisini í Fuglafirði. Hann lyfti Tvøroyri framaftur á fremstu rók, skapar stórt virksemi í Kollafirði- og lívgar avleiddum vinnuvirkjum runt alt landið.
Vit í Miðflokkinum finnast ikki millum teirra, harra formaður, sum fáa ilt av at nøkur vinna pening av m.ø makreli ella aling, so leingi hesi umseta hendan vinning øllum at gagni og ikki brúka hann uppá seg sjálvan og síni! Men, tá tað er sagt, so er tað ikki annað enn náttúrligt, at hesar vinnur, umframt at skapa arbeiðspláss runt landið, eisini rinda fyri loyvir, tær hava fingið ókeypis og lata part av vinningum tær vinna, í felagskassa okra, landskassan, øllum at gagni.
Standa vit væl í eygum Harrans!
Áðrenn eg endi fari eg, Miðfloksins vegna, enn einaferð at minna á týdningin av at byggja á trygt grundarstøði, bæði sum persónar og sum samfelag. Orð Guds gevur aftur og aftur lyfti um, at eitt lív, bygt á lyftini Gud gevur, ber frið, trygd og hvílu við sær til hvønn tann, sum lítur á Hann.
Lat meg enda við at endurgeva ein av mæt-astu monnum heimurin veit um at siga, Josva, eftirfylgari Mósesar. Hann stendur ein dagin við fólki sínum, frammanfyri einari í manna eygum ómøguligari uppgávu, men staðfestir, at altum-ráðandi er: at standa væl í eygum Harrans... og leggur afturat: setið tykkum bert ikki upp móti HARRANUM!Vís og sonn orð, Harra formaður, staðfesting og ráð, sum eisini í dag og framyvir fara at vísa seg at vera gagnlig fyri tað fólk og ta tjóð, sum velja at fylgja Gudi Himins og jarðar!
Jenis av Rana,
formaður Miðfloksins.