Alfred Olsen, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
????~~~~
Spurningurin um ein framtíðar flogvøll í Føroyum er nú blivin aktuellur aftur, millum annað av tí útbygging av Vága lufthavn sum nú verður framd og av flogvanlukkuni á Stord.
Trygdin.
Tað er at fegnast um, at flogskipararnir blanda seg uppí, og siga sína meining um flogvallaviðurskiftini í Føroyum, og eg eri vísur í, at allir føroyingar eins og flogskipararnir, fyrst og fremst hugsa um trygdina í flogferðsluni, so líkamikið hvar ein komandi flogvøllur verður bygdur, so er fyrsta kravið, at trygdin innan øll økir í flogferðsluni er í lagið.
Vága Floghavn.
Vit hava flogvøllin í Vágunum, sum ætlanir hava verið frammi um í nógv ár at forleingja og nútíðargera, tó at einki er komið burtur úr. Nú sær út til, at vit endiliga fara í holt við at forleingja sjálvan vøllin og nútíðargera onnur viðurskifti, sum hava við flogvøllin at gera, og tað haldi eg er uppá hægstu tíð.
Komandi flogvøllur.
Men hvar er so besta plássið at leggja ein annan flogvøll í Føroyum? Er tað í Søltuvík, á Skorðhaddini, ella á Glyvursnesi?
Sjálvandi skulu allir møguleikar kannast, og sjálvandi skal flogvøllurin gerast har trygdin er best, og atkomumøguleikarnir góðir, bæði hjá ferðafólki og farmi. Eisini mugu atlit takast til, at flogvøllurin ikki verður bygdur á einum staðið, sum viðførur at mjørki hylir hann og verandi flogvølli samstundis.
Skulu flogvallirnir tí eisini vera eitt alternativ til hvønn annan í samband við trupulleikar við komu og fráferðir tá mjørki er, so er Skorðhæddin og Vágarnar allarhelst besta loysnin.
Myndugleikarnir.
Tað er tí ein sjálvfylgja, at allir møguleikar skulu kannast, hvar ein komandi flogvølli í Føroyum skal gerast, og tí undrar tað meg, at Bjarni Djurholm landsstýrismaður, sáldar Skorðhæddina frá longu nú og sigur, at ein framtíðar flogvøllur ikki blívur bygdur á Skorðhæddini, við at boða frá, at kanningarnar hvar ein framtíðar flogvøllur í Føroyum skal gerast, koma ikki at umfata øki á Skorðhæddini.
Hetta er einki minni enn ein skandala, og farið eg tí at heita á Bjarna Djurholm, um at hava Skorðhæddina við í kanningunum, vísandi til, at Skorðhæddin av serfrøðingum hevur verði søgd at vera tað besta ella næstbesta plássi til ein framtíðar flogvøllur í Føroyum.
Flogkunnleikin.
Eg meti eisini, at flogskipararnir, saman við allari aðrari serfrøði innan flogferðslu, eiga at vera við til at siga, hvar ein komandi floghavn í Føroyum, trygdarmessiga og funktionelt liggur best.
Framtíðar floghavn.
Útvarp Føroya segði á middegi hósdagin, at ein lendiskanning, sum eitt norskt felag hevur gjørt, hevur staðfest, at Skorðhæddin ikki er egnað sum øki til ein alternativan flogvøll. Tí eru veðurstøðir settar upp á Glyvursnesi og í Søltuvík, sum skulu gera veðurmátingar á økjunum næstu árini. Sostatt er Skorðhæddin avskrivað uppá blankt papír, og áðrenn politiski myndugleikin er sloppin til orðana um hvar kaningarnar um framtíðr flogvøll skulu gerast.
Fyri mær sær tað út sum, at avgerðin um framtíðar floghavn er tikin úr hondunum á politiska myndugleikanum, og ístaðin verður tað eitt norskt felag, sum skal avgera tann spurningin.
Allir møguleikar kannast
Sjálvandi skulu øll økir har ein framtíðr flogvøllur í Føroyum kann gerast kannast, og tí er tað óforsvarligt at avskriva Skorðhæddina, sum av serfrøðingum hevur veri mett sum eitt tað besta økið at byggja flogvøllin á.
Tá so kanningarnar eru lidnar, vilja úrslitini vísa, hvar tryggasta plássið er at gera eina framtíðar floghavn til ferðafólk, postflutning, vøruflutning og loftvegis útflutning av fiskaframleiðslu, sum vil vera tann fíggjarligi grundstuðulin undir floghavnini.
So Bjarni Djurholm, lat Skorðhæddina vera ein natúrligan part av kanningunum um hvar besta og tryggasta plássið er til framtíðar floghavn í Føroyum.