Tað hevur seinastu dagarnar verið nógv tosað aftur og fram um, hvussu tað nú verður við danska fótbóltssnillinginum Brian Laudrup. Hann hevur sjálvur givið til kennar, at hann ikki hevur tað gott í enska felagnum Chelsea, sum hann skifti til frá Glasgow Rangers í summar. Venjarin Gianluca Vialli hevur nógvar spælarar í heimsklassa at velja ímillum, og tað hóvar ikki yngra Laudrupinum, at Vialli skiftir áleypararnir út, sum onnur skifta hosur.
Og seinnapartin hósdagin var tíðindafundur í Chelsea, har Brian Laudrup kunngjørdi, at samstarvið millum hann og Chelsea fer at halda uppat einaferð í nærmastu framtíð.
Í heimlandinum hjá Brian Laudrup situr Flemming Østergaard, sum er stjóri í fótbóltsfelagnum FC Keypmannahavn. Hann royndi longu í summar at fáa Laudrup til liðið, sum m.a. Todi Jónsson eisini spælir við, men uttan eydnu. Men nú sær tað út til, at tað fer at eydnast honum kortini. Spurningurin er bara nær.
Stjórin í Chelsea ? hann eitur Colin Hutchinson ? segði á tíðindafundinum hósdagin, at eingin avtala er gjørd millum Chelsea og FC Keypmannahavn.
? Vit hava sagt nei til at leiga Brian Laudrup út til FC Keypmannahavn, men tað merkir ikki, at ein leiguavtala ella ein søla ikki kann koma upp á tal eina ferð í framtíðini, segði Hutchinson.
Snýr seg um kenslur
Sjálvur avsannaði Brian Laudrup, at tað er orsakað av rotatións-politikkinum hjá Vialli, at hann vil sleppa burtur frá Chelsea.
? Hetta snýr seg eina og aleina um mínar egnu kenslur. Eg eri komin til eitt stað í míni yrkisleið og í mínum sivila lívi, har eg vil venda aftur til mínar røtur. Tað var helst eitt mistak, at eg ikki fór heim aftur til Danmarkar, tá sáttmálin millum meg og Glasgow Rangers gekk út í summar, og eg eri keddur av at hava sett Chelsea í hesa støðuna, segði Brian Laudrup, sum í summar gjørdi ein sáttmála við Chelsea, ið skuldi givið honum meira enn 60 milliónir krónur komandi trý árini.
? Peningaliga er einki høpi í at fara úr Chelsea, men mínar kenslur siga mær, at eg noyðist at fara, segði Brian Laudrup.
Fer helst aftan á
Europa Cup-dystin
Sostatt bendir alt á, at Brian Laudrup skiftir frá Chelsea til FC Keypmannahavn. Spurningurin er bert nær.
? Tað verður í øllum førum ikki fyrr enn aftan á returdystin í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar, segði Laudrup.
Her hevur lagnan lagað tað soleiðis, at júst Chelsea og FC Keypmannahavn spæla móti hvørjumøðrum. Fyrri dysturin, sum varð spældur í London, endaði 1-1. Tað hevði verið sera løgið, um Brian Laudrup fer at spæla við í returdystinum, og venjarin Vialli kann ómøguliga væntað, at danin fer at geva seg 100 prosent í tí dystinum.
Álítandi keldur vilja eisini vera við, at Laudrup skiftir til FCK beint aftan á Europa Cup-dystin, sum verður hósdagin í næstu viku.
Ikki bíligur
Men hvussu nógv noyðist FCK so at gjalda fyri at keypa Brian Laudrup leysan frá Chelsea?
Tað man vera lítið at ivast í, at FCK fer at seta met og gera Laudrup til dýrasta danska spælara nakrantíð í Superliguni. Chelsea fer kanska at sleppa honum fyri millum 15 og 20 milliónir krónur, men tað fara helst eisini krøv at fylgja við. Eitt av hesum verður ivaleyst, at um FCK selir Laudrup víðari til eitt europeiskt stórlið, skal Chelsea hava helvtina av søluvinninginum.
Sjálvur kann Brian Laudrup rokna við eini týðandi lønarafturgongd, men tað er neyvan størsti trupulleiki hjá honum, eftirsum hann hevur spælt við ríkum europeiskum toppliðum í skjótt tíggju ár.
Danska blaðið Aktuelt skrivar, at umframt orðini hjá Laudrup um, at honum leingist heim til Danmarkar, hevur 29 ára gamli áleyparin eisini persónligar orsøkir til at venda heim aftur. Og harafturat segði Laudrup hósdagin:
? Eg havi altíð kent meg sera danskan, og tíggju ár heimanífrá er long tíð. Longu áðrenn eg bleiv samdur við Chelsea, var eg nær við at fara til Ajax Amsterdam, men innast inni havi eg helst bara viljað sloppið heim. Tað verður keðiligt at siga Chelsea-spælarunum farvæl, tí hetta er besti hópur, eg nakrantíð havi verið partur av, og eg rokni við, at liðið vinnur Premier League í ár.
Eftir er nú bert hjá Chelsea at góðtaka avgerðina hjá Brian Laudrup. London-felagið veit, at sálarliga er danin ongantíð follin til á Stamford Bridge, og tí gongur felagið eisini treyðugt við til hetta ikki sørt sensationella skiftið til FCK.
Annars heldur Brian Laudrup fast við avgerðina um, at hann ikki kemur aftur á danska landsliðið. Men tað hevur hann jú eisini sagt fyrr?
Partabrøvini hækka
Meðan nógv hevur verið tosað, hevur FCK-stjórin Flemming Østergaard hildið lágan profil. Eftir tíðindafundin hósdagin hevði hann ongar viðmerkingar til nakran. Fremsta orsøkin til hetta sigst vera, at hann ikki hevur hug at ávirka FCK-partabrøvini á Københavns Fondsbørs. Tað er ikki so langt síðani, at leysasøgur gingu um, at eldri Laudrup-beiggin, Michael, var á veg heim til FC Keypmannahavn. Tá vaks virðið á partabrøvunum nógv, men einki hald var í søguni, og FCK-leiðslan fekk skotið í skógvarnar, at hon við vilja hevði likið tíðindini út.
Hósdagin, tá tíðindini komu út, hækkaði virðið á FCK-partabrøvunum við 11 prosentum.