Skálavík er leiðandi bygdin í Sandoynni, tá ræður um ferðavinnu. At siga so er neyvan at gera ov nógv av. Eftir at Smyril Line fór at reka Depilin Emmanuel, nú Hotel Skálavík, er tað eitt rættiliga stórt tal av ferðafólki, sum leitar í Sandoynna og til Skálavíkar.
Umframt hotellið hevur Skálavík í nøkur ár eisini havt eitt summarhúsøki, har sætta summarhúsið nú stendur í gerð. Tað er sum so ikki nakar serligur klasulur við hesum húsum, og tað er einki krav, at tey, sum eiga hesi hús, skulu búgva í kommununi.
Kemur tú til Skálavíkar eitt gott summarkvøld, sært tú, at fólk er í fleiri av hesum húsum, og tú skalt ikki vera serliga heppin fyri at uppliva, at fólk eisini sita í heitum pottum í túninum og hugna sær við onkrum leskandi, meðan tónleikurin sjungar úr einum fløguspælara.
Jú, tað er gongd í ferðavinnuni í Skálavík. Spurningurin er bara, hvussu lokala fólkið í framtíðini fer at duga at fáa sum best burtur úr hesum við ymiskum tilboðum til tey, sum koma til bygdar at stytta sær stundir. Gerast tilboðini nóg forkunnug, skulu tey ferðandi nokk eisini keypa tey.