Hesi umrøddu viðurskiftir kunnu lættliga fáa undirluta kenslurnar fram í okkum føroyingum, sum millum annað kunnu føra til, at vit fara at hugsa, at tá so er vorðið, mugu vit bara liva fyri okkum sjálvi og syrgja fyri at tað verður so gott sum gjørligt at búleikast í Føroyum.
Hettar er skeiv tankagongd, sum er sprottin úr følskum fyritreytum, hóast politisk og fíggjarlig orka tykjast verða einaráðandi, eru onnur veruligu ting til í heiminum.
Hesa áskoðan eiga vit at frígera okkum fyri í størst møguligan mun, um vit skulu koma til at skilja, at eisini vit sum fólk hava eina stóra uppgávu at liva fyri. Tað eru onnur ting, av grundleggjandi týdningi fyri land og fólk og tað er, hin andaliga drívmegin í daglig degnum á øllum stigum í samfelagnum.
Søgan ber prógv um, at har tey grundleggjandi tingini vóru skúgvaði til viks, gekk ikki langt tíðarskeið, til bæði stór og smá lond heystaðu niðurgongd fyri ikki at siga undirgang. Hann, sum gav lívið, gav lívsins lógir, eingin sum brýtur hesar lógir er komin væl frá tí, hvørki sum einstaklingur, ella sum fólk.
Spurningurin um framtíðina er yvir øllum øðrum spurningurin, um tann andi, sum livir millum manna og setir sín dám á samfelagi og mentanina er burðardyggur í verki. Tí er alt tað, sum gjørt verður fyri at stuðla rætta andanum og seta hann í samband við hitt livandi skapandi lívið menturnarliga og samfelagsliga av allar størsta týdningi. Her kann eitt lítið land, og fólki í tí, koma í fremstu røð eins væl og tey stóru.
Andaligur innsatsur, og týdningurin av honum, er óheftur av tí sjónliga stórleika og ríkidømi, søgan ber boð um, at hitt týdningarmesta árinið á
vesturlendsku mentanina og andslív er sprotti úr tveimum smærri londum við Miðarahavi: Ísrael og Grikkaland.
Vit eiga tí sum fólk, ístaðin fyri undirlutakenslu, at viðurkenna okkum annsvari til uppgávuna, sum heitir á okkum í tíðini, um at liva fyri etisku, moralsku og andaligu virðunum, sum hvørki vit ella tann heimspartur vit tilhoyra kann verða fyri uttan og samtíðis koma væl frá tí.
Omanfyristandandi er hugkveiktir tankar av at lesa ymiskar framstandandi persónar m.a. Stiftspróst Paul Brodersen.
Jóhannes M. Olsen