Hetta kann fyri ein góðan part gerast fyri pening, sum fæst til vega umvegis Fótbóltssamband Føroya frá UEFA og FIFA, og kommunan má sjálvsagt eisini leggja sítt í.
Fyrsta takið verður ætlandi at fáa ljós á Tórsvøll. Hetta verða ljós av bestu góðsku, sum tryggja, at umstøðurnar á Tórsvølli í so máta verða eins góðar og á øðrum framkomnum stadion til fótbólt.
Annað átak verður at fáa tak á áskoðaraplássini vestureftir, har húsið hjá FSF er. Hetta hevur leingi verið á okkara ynskilistum. Nú er hetta mestsum at meta sum eitt krav frá teimum, sum standa fyri altjóða fótbóltinum.
Í sama viðfangi verður grasið á Tórsvølli skift út við graslíki av bestu góðsku. Hetta er eisini eitt ynski, sum Tórshavnar kommuna og FSF eru samd um, nú graslíki er góðkent til altjóða kappingar.
Broytingin í undirlagnum fer at gera, at Tórsvøllur kann verða nógv meir í brúki í framtíðini. FSF fer at nýta hann til partar av sínum virksemi, og kommunan kann hava hann tøkan til havnarfeløgini í nógv fleiri tímar enn teir fáu, sum grasvøllurin kann verða tøkur í dag.
Alt í alt hugaligar ætlanir fyri Tórsvøll, sum í longri framtíð kunna fevna um neyðug átøk til tess at hampa um alt hansara look, so hann verður sama fragd fyri eygað sum fimleikahøllin fyri norðurendan.
Tað mugu verða rúmir møguleikar fyri fótbólti í høvuðsstaðnum, og tað skal verða hugnaligt og stuttligt at verða til bæði føroyskan og altjóða fótbólt á Tórsvølli. .