Edmund Joensen
Søgan í stuttum
Framtaksgrunnurin varð í 1994 settur á stovn sum ein vinnurekandi grunnur av donsku stjórnini og Føroya landsstýri í felag.
Óneyðugt er at minna á, at hetta var eitt tað ringasta kepputíðarskeiðið í nýggjari føroyskari søgu. Eitt tíðarskeið, tá álitið á føroyska búskapin var so lítið, at hvørt smáting úr útheiminum mátti gjaldast frammanundan. Vinnan á sjógvi og landi var í fríum falli. Bankakervið royndi at fóta sær eftir stóra skrallið. Vinnulívið hevði ein ómettuligan tørv á vágafúsum kapitali til fígging av rakstri og íløgum.
Landskasssin skyldaði til vinstru og høgru, løgtingsfíggjarlógin hevði fleir hundrað mió. krónur í halli, og danska stjórnin hevði átikið sær at taka øll uttanlandslánini hjá landsstýrinum (7-8 milliardir kr.) inn í statskassan.
Nýstovnaði grunnurin fekk 200 mió. krónur at ráða yvir (helvt um helvt frá Føroya landstýri og donsku stjórnini). Til at stjórna grunninum varð sett ein 5-manna nevnd.
Forsætisráðharrin og løgmaður útpeikaðu nevndalimirnar í felag, meðan tað kollegiala landstýrið formliga valdi teir allar fyri eitt 3-ára skeið.
Í praksis kunnu vit siga, at landstýrið valdi tríggjar óheftar skilamenn og stjórnin 2 serkønar nevndarlimir til at stýra grunninum.
Fyri Framtaksgrunnin vóru settir nakrir formligir karmar, sum nevndin skuldi virka innafyri. Fyri at tryggja, at nevndin helt seg innanfyri hesar karmar, var grunnurin undir eftirliti av vanligari grannskoðan, landsgrannskoðan, ríkisgrannskoðan og fíggjareftirlitinum.
Í reglunum fyri grunnin var eisini ásett, hvussu og nær virksemið skuldi aftur á privatar hendur. Alt var gjølla umhugsað og við vilja vórðu allar avgerðir fyri grunnin lagdar langt burtur frá tí politiska myndugleikanum. Hetta varð gjørt út frá vánaligu royndunum frá seinnu helvt av áttatiárunum í huga, har poltiski myndugleikin hevði innlit og ávirkan á flestu smálutir í okkara samfelag.
Alt bendir á, at tann politiska metingin, sum var gjørd frá byrjan av, var púra røtt. Eitt høvuðsendamálið var, at tilnevndir óheftir persónar við førleika skuldu hava ábyrgdina av at reka grunnin, og sjálvir taka neyðugar avgerðir, óheftir av politikkarum og øðrum.
Landstýrið yvirtiki allan grunnin
Eitt av málunum, sum tað sokallaða ?fullveldislandsstýrið? arvaði eftir sambandslandsstýrið í 1998 var uppgerðin fyri bankamálið. Við í hesi uppgerðini var eitt ynski frá donsku stjórnini um at Framtaksgrunnurin skuldi gerast føroyskur burtur av. Danska stjórnin gjørdu ikki vandari enn at hon gav føroyingum allan ráðarætt yvir grunninum.
Tá ið landstýrið hevði yvirtikið grunnin, vóru donsku serkønu nevndarlimirnir sendir til hús uppá grátt papír. Eisini teir føroysku nevndarlimirnir vórðu skiftir út og skuldu nú allir limirnir veljast á hvørjum ári. Tað hoyrist, at teir ikki aktaðu politiskur boðini. Reglurnar fyri grunnin vóru broyttar og við hesum var politiska spælið byrjað av álvara. Seinni eru nevndarlimur sjálbodnir farnir úr nevndini, og sigst orsøkin vera, at politiski roykurin gjørdist ov ramur.
Ótryggleiki valdar nú um virksemið hjá Framtaksgrunninum, Fiskavirking, Fiskasøluni o.s.f.
Tað gongur neyvan dagur, at ikki onkur søga er um skiftandi ætlanir haðani.
Lagnunar speisemi
Framtaksgrunnurin og virksemi hansara í føroyska samfelagnum hevur verið eitt afturvendandi politiskt stríðsmál hjá nøkrum politikarum. Serliga hevur tann eini flokkurin gjørt nógv burturúr hesum, líka síðani grunnurin varð stovnaður.
Tað má tí sigast at vera lagnunar speisemi, at seinastu mánaðarnar hevur politiska handfaringin av virkseminum hjá Framtaksgrunninum, óbeinleiðis nærum tikið politiska lívið av sjálvum formanninum fyri sama flokk, nevniliga sjálvum løgmanni.
Eisini er tað undrunarvert, hvussu stórur munur er á tí, sum flestu tingmenn tá kravdu viðvíkjandi Fiskavirking, og tí sum føroyski borgarin heldur vera rætt, nú hann verður spurdur.
Tingini uppá pláss
Løgtingið eigur nú, áðrenn skaðin gerst ov stórur, at seta tingini uppá pláss. Hetta er sera einfalt at gera. Tí heimildin, sum upprunaliga lá hjá forsætisráðharranum og løgmanni í felag, er nú hjá løgmanni eisimøllum.
Løgmaður hevur síðani latið grunnin til annan landstýrismann at umsita. Heimildin til at fara aftur til uprunaligu reglurnar eru til staðar. Løgmaður kan tá hann vil taka avgerð um, at hann sjálvur umsitur grunnin til reglurnar eru broyttar. Hann avger eisin sjálvur, nær hann vil leggja grunnin aftur til landstýrismannin, við broyttum reglum.
Eftir er so at seta í reglurar, hvussu nevnarlimirnir skulu veljast. Fyri at tryggja best møguligt, at nevndarsessirnir ikki longur eru politisk bein, men at óheft fakfólk verða vald í nevndina, kundu til dømis Arbeiðsgevararfelagið, Arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið útpeikað hvør sín lim, landstýrið ein og dómarin kundi so útpeikað tann fimta nevndarlimin. Formliga velur landstýrið allar limirnar, men eftir tilmæli frá áðurnevndu instansum. Á tann hátt kundi landstýrið tryggja sær, at valdu fólkini eru óheft av politiskum flokkum og landsstýrismonnum, og at tey hava neyðuga førleikan. Nevndin kundi so skipa seg sjálva við formanni.
Hvat verður tað næðsta?
Løgtingið eigur at seta tingini uppá pláss, og hetta má gerast áðrenn skaðin gerst upp aftur størri. Málið um Framtaksgrunnin hevur stóran prinsipiellan týdning fyri, hvat kan henda framyvir. Landstýrið eigur Fíggingargrunnin frá 92, sum er formligi eigari av Føroya Banka. Hesin er eisini ein vinnurekandi grunnur, har nevndarlimirnir eru valdir av landstýrinum á sama hátt, sum teir í framtaksgrunninum.
Politiskt er ongin munur á tí sum landstýrið longu hevur gjørt í sambandi við Framtaksgrunnin, og tí sum landstýrið kann gera í samband við Fíggingargrunnin, um hesin og bankin ikki akta politisk boð úr erva. Tað má ongantíð verða ivi um, at ein landstýrismaður ikki kann leggja trýst á tílíkar nevndir. Og roynir hann tað, eigur hann at verða settur frá uppá standandi fót.
Tí er tað sera umráðandi, at Løgtingið knæsetur siðvenju, sum ikki er til at taka feil av. T.d. skal uppspararin altíð kenna seg tryggan eins og øll fólk sum samskifta við bankan skulu kenna seg fulkomuliga trygg. Hetta kann bara Føroya løgting syrgja fyri við sínum gerðum og siðvenjum. Hetta hevur við sjálva rættartrygdina at gera, og við álitið á Føroysku skipanina í síni heild.