Framtaksgrunnurin skal skrásetast í Føroyum

Í dag kemur uppskotið um Framtaksgrunnin til 2. viðgerð í tinginum. Verður uppskotið samtykt, so sum tað nú fyriliggur, skulu stórar broytingar gerast, í mun til ta virksemið, sum grunnurin hevur havt higartil

Tað er ikki møguligt at fáa eina viðmerking frá Edmundi Joesen, løgmanni, um álitið hjá fíggjarnevndini um Framtaksgrunnin.

Í løtuni kanna embætisfólkini álitið, og áðrenn teir hava mett um tað, verða ongar viðmerkingar gjørdar úti í Tinganesi.

Í álitinum verður m.a. skotið upp, at broyta viðtøkurnar fyri grunnin soleiðis:

Framtaksgrunnurin skal ikki frameftir veita nýggjar tilsagnir um eginpening ella ábyrgdarpening til feløg, sum grunnurin longu hevur fingið avgerandi ávirkan á.

Broytingaruppskotið hevur tó onga ávirkan á tilsagnir, sum eru givnar, men setir bert avmarkingar fyri nýggjum tilsøgnum í verandi feløgum.

Fíggjarnevndin heldur tað vera sera óheppið, at nevdarlimir í Framtaksgrunninum eisini eru nevndarlimir í feløgum, sum grunnurin veitir ella hevur veitt fíggjarligan stuðul.


Nevndarlimir kunnu koma í tvístøðu

Henda mannagongd er óheppin við tað, at nevndarlimirnir lættliga kunnu koma í tvístøðu, sum ger tað torført hjá teimum at skilja millum uppgávurnar sum ávikavist nevndarlim fyri grunnin og nevndarlim fyri tey feløg, sum grunnurin hevur sett pening í.

Annað er, at tá nevndarlimur í Framtaksgrunninum samstundis eru nevndarlimir í feløgum, skúgvar tað til viks ta eftirlitsfunktión, sum aðalfundurin í teimum feløgum,har grunnurin hevur avgerandi ávirkan, eigur at hava mótvegis nevndini.

Tá umboðini, sum sita í sjálvari nevndini eru tey somu, sum atkvøða á aðalfundinum, er vanliga skipanin við, at aðalfundurin kann gera ábyrgd galdandi móti nevndini fyri ársúrslit v.m., verður skúgvað til viks.

Tí skýtur fíggjarnevndin upp, at Landsstýrið í tilsøgn síni til Framtaksgrunnin at umleggja lánspening til stovnsfæ, skal skipa so fyri, at viðtøkurnar verða broyttar soleiðis, at nevndarlimir í grunninum ikki samstundis kunnu verða nevndarlimir í feløgum, sum Framtaksgrunnurin hevur avgerandi ávirkan á.

Tá Framtaksgrunnurin velur umboðan í nevndir í feløgum, sum grunnurin veitir ella hevur veitt fíggjarligan stuðul, skulu hesi umboð finnast uttan fyri grunnin.

Sambært galdandi reglum sita nevndarlimir í Framtaksgrunninum í trý ár. Fíggjarnevndin mælir til at teir verða valdir fyri tvey ár í senn.Tó skal einki verða til hindurs fyri at nevndarlimir verða afturvaldir.

Landsgrannskoðarin hevur upplýst fíggjarnevndini, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin ikki tryggja honum rætt til alt tilfar, sum neyðugt er fyri, at hann kann útinna sítt eftirlit við grunninum samsvarandi grein 7, stk. 1, 2. pkt.


Eftirlit við grunninum

Fíggjarnevndin skýtur tí upp at seta sum treyt fyri heimild Landsstýrisins, at grein 7, stk. 1, 2. pkt. verður broytt soleiðis, at Fíggareftirlitið og Grannskoðanardeild Landskassans - umframt ársroknskap og frágreiðing um virksemi grunsins - eisini skulu hava rætt til at fáa útflýgggjað alt tilfar, sum er neyðugt fyri, at hesir stovnar kunnu útinna sítt eftirlit við grunninum samsvarandi grein 7 í viðtøkunum.

Annars mælir fíggjarnevndin til, at Framtaksgrunnurin skal skrásetast í Føroyum sum vinnurekandi grunnur, og virka sambært teimum reglum, sum lógin fyriskrivar.