Mennirnir hjá H71 skulu spæla steypafinalu í Faxe Kondi kappingini í stórhøllini við Tjarnir komandi leygardag.
Tað sá tó einki serligt út hjá H71 í steðginum í seinnu hálvfinaluni móti KÍF í Hoyvíkshøllini.
Kollfirðingar vóru á odda 13-9 í steðginum, og harvið samlað á odda 34-32.
Men KÍF megnaði bert at skjóta fimm mál í seinna hálvleiki. Hjá H71 lá tað ræðið fyri, bæði í verju og í álopi. Hoyvíkingar vunnu seinna hálvleik 13-5, og harvið dystin 22-18. Samlaði hálvfinalusigurin gjørdist sostatt 45-39 til H71.
Í finaluni við Tjarnir møtir H71 antin VÍF ella Kyndli. Liðini hittast í høllini í Vestmanna í annaðkvøld klokkan 19. VÍF vann fyrru hálvfinaluna við einum máli.
Høgni Heinason var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Toppskjútti hjá KÍF var Fríði Weyhe, somuleiðis við sjey málum.
##med2##