Framvegis broytingar á leiðini um Suðuroyarfjørð

Vegna veður og tí at Smyril í løtuni siglir við niðursettari maskinorku, hava  broytingar verið á leiðini um Suðuroyarfjørð seinastu dagarnar.

 

Og framvegis eru broytingar.

 

Strandferðslan sigur soleiðis um leið 7 í morgin:

 

Av tí at Smyril siglur við niðursettari maskinorku, verða hesar fráferðir á leið 7 broyttar mánadagin 23. oktober. Fráferðin kl. 16:00 av Havnini verður framskundað til kl. 15:00, og fráferðin av Krambatanga kl. 18:45 verður framskundað til kl. 18:15.

 

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við broyttu fráferðirnar, skrivar ssl.fo.