Framvegis eingin kavi á veg

Veðurstovurnar siga frá regni og vindi komandi vikuna

Januar mánaði hevur verið merktur av regn og vindi, men ongum kavi ella frosti., og veðurstovurnar lova sama veðrið í Føroyum komandi vikuna.

Bæði danska DMI og norska YR siga í sínum forsagnum, at hitin komandi fimm dagarnar verður millum 3 og 7 hitastig – hósdagin upp í 9 stig. Tað verður fitt av vindi – upp í 18 m/sek týsdagin – og regn ella ælaveður allar teir komandi fimm dagarnar.

Í hinum norðurlondunum er heldur kaldari í løtuni – høvuðstaðirnir Oslo, Helsinki og Stockholm fáa fleiri kuldastig komandi dagarnar. Í Keypmannhavn skal tað liggja um frostmarkið, meðan Reykjavík skal hava millum 3 og 8 hitastig komandi vikuna.