1. september í ár var fólkatalið 52.703.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, og sostatt eru 768 fleiri fólk enn um somu tíð í fjør. Í prosentum er vøksturin áljóðandi 1,5 prosent.
Tað er serliga í Eysturoy og í miðstaðarøkinum, at vøksturin er stórur. Fólkatalið er voksið við 1,9 prosentum í Eysturoy, men vøksturin var 1,8 prosent kring miðstaðin.
Í Vágum, Streymoy uttan fyri høvuðsstaðin og nú eisini í Sandoy er ein javnt stórur vøkstur á 1,4 prosent. Í Norðoyggjum er fólkavøksturin 0,7 prosent, ið er knappliga helvtin av miðalvøkstrinum fyri alt landið. Eisini í Suðuroy er ein lítil vøkstur í fólkatalinum við 11 fólkum, svarandi til 0,2 prosent.
Hóast 1,5 prosent er stórur vøkstur, so er hann ikki eins stórur, og hann var undanfarna 12 mánaðaskeið, sigur Hagstovan, tá fólkavøksturin var 1,8 prosent. Munurin stendst serliga av, at nettotilflytingin er minni, sigur Hagstovan.
Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu seks til sjey árini eru støðugt fleiri flutt til Føroya, og færri eru flutt úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er tó nakað broytt síðsta árið, tí nú er tilflytingin minkað nakað og fráflytingin vaksin eitt sindur.
Síðsta 12-mánaðarskeið er tilflytingin minkað við 120 fólkum, og fráflytingin vaksin við 23. Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini er tí minkað úr 629 fólkum til 486.
Tað eru 42 færri børn fødd seinasta 12 mánaðarskeiðið samanborið við tað undanfarna, men samstundis er talið á deyðum minkað við 34, so burðaravlopið minkar bert við átta.
##med2##