Í ár eru liðin 500 ár síðani sir Thomas More gav út bókina "Utopia".
Í hesum sambandi hevur Føroya Fólkaháskúli heitt á Ivan Hentze Niclasen,
søgufrøðing, um at koma og halda ein mánakvøldsfyrilestur.
Hóast Utopia, sum kom út í 1516, neyvan er heimsins vandamiklasta bók, so
hava tráanir eftir tí utopiska samfelagnum kortini elvt til miklar og
álvarsligar rembingar - ikki minst í 20 øld - sum hava ávirkað lagnuna hjá
miliónum av menniskjum.
Ivan Hentze Niclasen tosar i hesum fyrilestrinum m.a. um, hvat eyðkennir
ta utopisku verkætlanina.
Fyrilesturin verður í Miðstovuni á Føroya Fólkaháskúla mánakvøldið
18.april. kl.19.30.