Ein hátrýstsryggur yvir Føroyum fer í ein eystan frá Føroyum og í kvøld kemur eitt brúgvalag við regni inn yvir oyggjarnar av suðri. Mikunáttina fer ein kuldabrúgv fram við Føroyum av vestri og hevur ælaveður við sær. Hósdagin gerst veðrið støðugari orsaka av einum minni hátrýstsryggi, men fríggjanáttina kemur eitt brúgvalag við regni inn yvir oyggjarnar av suðri.
Í dag verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men í kvøld fer at regna. Hitin millum 9 og 13 stig. Týsnáttina verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, upp í 10 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 10 stig.
Í morgin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Seinnapartin snarar hann í ein vestan og verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, men hann makar vindin út á kvøldið. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av norðri, eitt skifti av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin ælaveður, annars turt og sólglottar. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin og verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, og sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin verður skýggjað og regn, seinnapartin samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.