Framvegis óvist um fiskimenn fáa betri sømdir í Als

Nú verður enn ein roynd gjørd at geva fiskimonnum betri sømdir í Als. Tað eru serliga teir í Sjálvstýrisflokkinum, sum halda, at fiskimenn eru fyri vanbýti í Als og teir hava reist málið nógvar ferðir á tingi.

Og nú royna teir so einaferð afturat, tí teir halda, at tað er ósømiligt, at fiskimenn ikki kunnu fáa Als, tá ið teir ikki sleppa til skips av tí at skipið er á beding í longri tíð, ella av øðrum orsøkum, eitt nú av fiskaloysi ella tí at fiskidagarnir eru uppi.

Í hesum føri heldur Sjálvstýrisflokkurin, at fiskimenn skulu fáa útgjald úr Als, tá ið teir hava ligið í sjey dagar, uttan at sleppa til skips av nevndu orsøkum

Men tað eisini hesuferð er tað ógvuliga óvist um uppskotið fær undirtøku.

Nógvir tinglimir úr fleiri flokkum vísa á, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum umsita Als og skal skipanin broytast, er tað er stýrið í Als, sum skal koma við uppskoti um tað.

Av tí sama halda fleiri tinglimir, at tekur Løgtingið av sínum eintingum stig til at broyta Als, er tað at leggja seg út í viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

Tingmenn vísa eisini á, at Als er ein trygging og ikki ein sosial skipan og at fiskimenn fáa útgjald úr Als, tá ið teir verða arbeiðsleysur.

Hartil vóru tað tingfólk, sum vístu, at summir fiskimenn forvinna hálva millión um árið ella meiri og spurningurin, tey seta, er, um tað er rímiligt, at teir so eisini skulu fáa Als, tí at skipið liggur eina viku.

Samanumtikið vóru tað fáir tinglimir, sum vildu lova, at teir taka undir við málinum, tá ið tað einaferð í næstum kemur til atkvøðugreiðslu.

Av tí sama er mest sannlíkt, at tað verður felt enn einaferð.