Ymiskar meiningar um iransku kjarnorkuna

Esmaeil Baghaei, talsfólk fyri iranska uttanríkisráðið, sigur, at teirra kjarnorkuskipanir hava fingið stóran skaða

 

Ísraelski leiðarin fyri herstøðir í landinum sigur, at iransku kjarnorkuskipaninar, sum Ísrael og USA hava roynt at oyðileggja við loftálopum, hava fingið so mikið stóran skaða.

 

Hann heldur upp á, at talan er um stórt afturstig hjá Iran, um landið droymir um at menna kjarnorkuvápn, veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

Esmaeil Baghaei, sum er talsfólk fyri iranska uttanríkisráðið, hevur sagt, at teirra kjarnorkuskipanir hava fingið stóran skaða í álopunum.

 

Ivi hevur tikið seg upp um, hvussu stórur skaðarnir á iransku kjarnorkuskipaninar í Iran veruleikanum eru eftir ísraelsku og amerikansku álopini.

 

Ein amerikansk frágreiðing heldur upp á, at álopini bert hava seinkað tilgongdini hjá Iran í nakrar mánaðir, men amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at sagt, at skipaninar eru oyðilagdar.