Gongdin hesa vikuna í kurvumyndini, sum plagar at fylgja hesi viðmerking á vinnusíðunum í Sosialinum, er so klár og týðilig sum sjáldan fyrr. Europeiska felagsvalutan misti virði í mun til amerikanskan dollara. Forkláringin tykist at vera so líkatil. Fólkaatkvøðurnar í Frankaríki og Hollandi um sáttmála um nýggja grundlóg fyri ES søgdu "Non" og "Nee".
Virðið á euro?ni var longu fallið nokkso nógv áðrenn hesar fólkaatkvøður. Valutahandlarar høvdu væntað eitt nei og høvdu roynt at fyrireika seg uppá eina nýggja støðu. Men, sum vikan gekk, fall euro-virðið enn meir. Allarlægst varð tað mikukvøldið uppá 1,2157. Men seinni í vikuni og seinasta mánadag stabiliseraðist virðið fyribils millum 1,22 og 1,23. Samlaða myndin hesar seinastu 3 vikurnar, meðan valstríð, valúrslit, og tíð til umhugsan hava verið, hon er, at euro hevur mist 4-5% av virðinum, og er á lægsta støði í mun til dollar, sum hevur verið í 8 til 9 mán-aðar.
Politiska árinið í øðrum londum
Áðrenn valið í Frankaríki vístu kanningar í Danmark, at ein meiriluti av veljarunum har vóru positivir fyri sáttmálanum. Men nú er bráddliga vent í holuni, 34% eru ímóti, 32% eru fyri og líka nógv eru í iva. Ein triðingur í hvønn pott.
Stóri spurningurin, sum fær flest at siga nei ella ivast, er sjálvandi um góðkenningarprocessin heldur fram? Ella, sagt uppaftur meira róttøkt, hvørja framtíð hevur ES?
Sama er hent í Norra, har orðaskiftið um møgulig luttøka í ES gongur alla tíðina. Ein lítil meiriluti fyri ES er vendur til eitt klárt nei.
Hvat er so at gera
Europeiska projektið - at sameina lond, sum í øldir hava verið fíggindar, hava kríggjast og hava dripið hvønn annan - hevur upplivað nógv bakkøst, eisini tey sum hava verið verri enn hetta, sum valdar í løtuni. Samtakið er sjálvandi ikki uttan stjórnarskipan. Men óvissan valdar.
Tað kundi ongantíð blíva ein lættligur róður, at fáa 25 lond at góðkenna eina nýggja felags traktat sum grundlóg. Tíggju lond fóru at senda spurningin til fólkaatkvøðu (sí talvu), og um bert eitt land - lítið ella stórt - segði nei, so var prosessin uppsteðgað.
Fronsk sjálvmál?
Fleiri viðmerkingar og eisini franska "La Liberation", sum liggur á vinsta bógvi, hava tosað um franska masochismu. Í Politiken, 4.6.05, skrivar søgumaðurin Erling Bjøl um fronsk sjálvmál. Hann heldur, at franskur uttanríkispolitikkur altíð hevur verið sermerktur av sjálvmálum. Fyrstu ferð í 1685, tá ið Ludvík 14. sendi huguenottarnar av landinum. Henda arbeiðssama og skilagóða religiøsa sektin fór til Preussen í staðin.
Nýggjasta franska sjálvmálið, sigur Bjøl, ger at franskmenn við galdandi Nice-sáttmála hava færri atkvøður í ES-sambandi, enn teir høvdu fingið í nýggja sáttmálanum.
Næsta politiska sjálvmálið er, at franskmenn, sum higartil bæði geografiskt og politiskt hava ligið "mitt" í ES, nú hava mist hesa støðu. Franskmenn hava søpla henda politiska kapitalin burtur. Og bjøl leggur aftrat, at "nu begynder nedturen."
Triðja politiska sjálmálið hjá franskmonnum er, at leiðandi duettin í Europa, Týskland-Frankaríki, dettur sundur. Og fjórða politiska sjálvmálið hjá Chirac kann vera, at hann hevur funnið sær ein nýggjan stjórnarleiðara, Dominique de Villepin. Hann er professionellur diplomatur, hann er ongantíð valdur til nakað politiskt starv, hvørki lokalt ella til parlamentið. Men hann hevur verið bæði innan- og uttanríkisráðharri.
Chirac skuldi sagt upp
Franskmenn høvdu fleriri grundir fyri at atkvøða nei: arbeiðsloysi, ringar tíðir, brotin lyftir frá politikkarum, sum ikki dugdu at lurta.
Franski sosialistaflokkurin, sum forsetin Mitterand einaferð leiddi, segði seg ganga inn fyri einum "ja". Men næstformaðurin í flokkinum, opportunisturin Laurent Fabius legði seg á odda fyri "nei"-valstrínum. Hann var sjálvur fíggjarmálaráðharri tá euro?in á sinni skuldi innførast. Tá var maðurin heitur ES-forsprákari. Hann hevur longu fingið sparkið í flokkinum. Men vinstravongurin er, enn einaferð, spjaddur í eyst og vest.
Blaðið "The Economist" 4.6.05, gevur Chirac eina harða viðferð. Teir meina, at trupulleikin hjá franskmonnum ikki er ES, tað er heldur ikki globaliseringin, heldur ikki bannsettir sosialistar, heldur ikki høgravongurin hjá lePen. Nei, "It is Mr. Chirac." Tað hevði hóskað seg betur um Chirac, eins og deGaulle á sinni, tá hann í 1969 tapti eina fólkaatkvøðu, viðurkendi sína ábyrgd og fór frá.