Freist til lutakastið um 12.500 kr

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum um 12.500 kr, er tann 1. november 2024.

 

Hesum boðar Havstovan frá.

 

Sjálvt lutakastið verður 15. november 2024. Tiltakið er alment og øll er vælkomin at vera til staðar, skrivar Havstovan á www.hav.fo. .