Mikudagin 1. mai í komandi viku er evsta mark at lata sjálvuppgávurnar hjá TAKS inn við eSkatt. Sjálvvirkandi eSkatta skipanin hjá TAKS er eitt hent amboð hjá teimum, sum vilja avgreiða síni skattaviðurskifti skjótt og lætt. Í fjør nýttu met nógvir borgarar eSkatta skipanina og higartil í ár hava enn fleiri nýggir borgarar nýtt eSkatt.
Í fjør gjørdi TAKS eina brúkaranøgdsemiskanning, og ein niðurstøða í kanningini var, at borgarar, ið nýta eSkatt, vóru væl nøgdir við skipanina. TAKS roynir áhaldandi at eggja fólki at brúka eSkatt, tí tað vísir seg bæði at vera skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á netinum.
eSkatta skipanin vendir sær ítøkiliga til fýra bólkar. Talan er um borgarar, sum annaðhvørt skulu broyta sína Framskundaðu Skattauppgerð (blátt skjal) ella hava fingið Sjálvuppgávu (grønt skjal). Harumframt kunnu borgarar, sum hava fingið Kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi ella vilja broyta sína Kapitalvinningsuppgerð, eisini brúka eSkatt.
Fyri størsta partin av føroysku skattgjaldarunum, nærum helmingin, er ikki neyðugt at hugsa um eSkatta skipanina. Felags fyri hesar skattgjaldarar er, at ongar broytingar skulu gerast í teirra skattauppgerð.