Freistin at lata sjálvuppgávuna inn via eSkatt er í dag, 4. mai.
Sambært TAKS eru tað 6.580 borgarar og virki, ið skulu lata sjálvuppgávu inn í ár.
Sambært kunngerð skulu eisini allir roknskapir til TAKS latast inn talgilt. Tey, sum hava skyldu at lata roknskap inn saman við sjálvuppgávuni, skulu tí bæði lata sjálvuppgávu og roknskap inn á eSkatti.
Í fjør lótu 4.599 borgarar sjálvuppgávu sína inn á eSkatti, innan freistin var úti. TAKS hevur góðar vónir um, at tað aftur í ár vera mong, ið lata sjálvuppgávuna inn á eSkatti.
Sjálvuppgávan 2014 og kapitalvinningssjálvuppgávan 2014 hjá persónum skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 4. mai 2015 og hjá feløgum í seinasta lagi 1. juli 2015.