Frelsari heimsins

“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív” (Jóhs. 3,16)

Onkuntíð hava spurningar verið settir fólkum, um hvørja hending í søguni tey fegin vildu havt sæð farið fram. Ymiskt er sjálvandi, hvat fólk fegnast sóu. Sjálvur vildi eg fegin havt eygleitt hendingina, sum Lukas evangelistur skrivar um, tá ið einglar Himmalsins vístu seg fyri hirðunum í haganum uttan fyri Betlehem og samfelda lovprísan einglanna ljómaði saman við tí ósigiligu glæmu av dýrd, ið lýsti upp heyggjuta landslagið við Betlehem, meðan gleðiboðini vórðu kunngjørd, at Frelsarin var føddur.
Hetta er helst heimsins kendasta hending og ein hin mest hugtakandi í heimsins bókmentum. Men tað er eisini hugtakandi at ímynda sær, at í tí dimmu nátt, sum huldi Betlehem og lendið har um vegir hesa náttina, birtist knappliga eitt yvirnátúrligt ljós, sum kom av himli. Eitt ljós, sum gjørdist ímyndin av Frelsaranum Jesusi Kristi, sum kallaði seg sjálvan ljós heimsins.
Hóast tað vóru nøkur, sum fagnaðu honum sum Frelsaranum og heimsins ljósi, so vóru tað tó ikki tey mongu, sum vildu vita av honum. Skriftin sigur:
“Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara” (Jóhs. 1, 11-12)
Men hvussu er vorðið við okkum? Hava vit – tú og eg – tikið ímóti honum? Fagna vit honum? Ikki einans sum nýfødda barninum í Betlehem, men sum okkara Frelsara? Tað er hesin spurningurin, ið hvør tann einasti av okkum eigur at seta sær sjálvum hesi jólini.
Ikki kann eg siga annað, enn at tað rennur mær kalt niður eftir bakinum, tá ið eg hugsi um, hvussu lítið pláss Jesus Kristus hevur sum høvuðspersónur í jólunum. Søgur um vættrar og jólamenn verða lisnar upp í fjølmiðlum og sendar um land og ríki. Veruleikin um barnið Jesus, sum gjørdist Frelsari heimsins við deyða sínum á krossinum, verður kámaður burtur.
Men tó hoyrast gleðiboðini um Frelsaran í gudshúsum og fjølmiðlum um Kristus, sum kom júst fyri at geva tær og mær innihald í lívinum og eina æviga vón. Hetta gevur hann einum og hvørjum, sum trýr á hann sum Frelsara sín.
Og har, sum hann verður fagnaður av tí einstaka menniskjanum, har verður gleðin veruleiki, gleði, sum einglarnir boðaði frá hina náttina fyri so mongum árum síðani, gleðin sum skuldi verða fyri alt fólkið – teg og meg!

Vit mugu frøast í dag, sum hava Frelsaran sæð.
Krubba og fátæksligt fjós hýsir ei meir heimsins Ljós.
Nú hann í Himlinum og í tí hjarta, sum trýr!
Ljóði til Himin ein tøkk, frelsan til føroyingar røkk!
Takk, Jesus, fyri signað jól, í tær fann eg mær lív og skjól.

Orð: M.C. Restorff/Lag: F.W. Gotter

Svenning av Lofti