Endamálið er at vera við til árskongressina hjá Frelsunarherinum í Oslo, har eini 2-3000 fólk koma saman. Kongressin frá 27. til og við 29. juni. Føroyingarnir skulu syngja og vitna á fleiri møtum. Aftaná kongressina skulu tey syngja í ymiskum samkomum í Oslo.
Fýra soldátar úr Frelsunarherinum í Vági verða lidnir á offisersskúlanum í Asker, nærhendis Oslo, hósdagin 26. juni, tey eru: Mirjam og Magnus Jensen og Jacobina og Finnbogi Olsen.
Ferðaleiðarar á túrinum eru Elisabeth og Sámal Jákup Joensen. Síðsta møtið verður í Bergen, og ferðalagið kemur heim aftur við Norrønu mikudagin 9. juli.