Frem er bjargað

Skiftirætturin hevur í dag staðfest tvangsakkord-skipanina, sum skal bjarga danska 1. deildarfelagnum Frem burtur úr fíggjarligu trupulleikunum.

 

Seinastu árini hava verið tung hjá Frem, sum í hesum kappingarárinum hevur fingið 6 stig frátikin orsaka av fíggjarligu støðuni.

 

- Vit takka teimum mongu kreditorunum, sum hava játtað at verið við í eini akkord-skipan, og harvið hava gjørt tað møguligt hjá Frem at halda fram við yrkisfótbólti, sigur stjórin í Frem, Hans Hermansen, við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Frem liggur tungt í sjónum. Liðið er bert tey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna í 1. deild.