Frem var á útivølli í Eystur-Jútlandi og spældi ímóti FC Fredericia. Tað eydnaðist arbeiðarafelagnum í Valby at fáa eitt stig við sær í spælarabussin alla tað longu leiðina aftur til Keypmannahavnar. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, men í 1. hálvleiki sá einki út hjá Jón Róa Jacobsen, Atla Danielsen og liðfeløgunum í Frem. Frederica varð á odda 2-0 í hálvleikinum við málum, sum Søren Philipp og Hans Jørgen Haysen skutu. Men Frem reisti seg í 2. hálvleiki, og við málum frá Casper Grønn Larsen og Tommy Olsen - sum byrjaði á beinkinum - eydnaðist tað Frem at fáa ein javnleiki til høldar. Jón Rói og Atli spældu allan dystin. Nú sær ikki so galið út hjá Frem. Stigini eru nú 13 í tali, og liggur Frem nú á einum níggjunda plássi í næstbestu fótbóltsdeildini.