Fremmant farmaskip á Funningsfirði

Hósmorgunin lá eitt fremmant farmaskip og lossaði á Funningsfirði, hóast fjørðurin er stongdur fyri vanligari skipaferðslu. Men tað varð gjørt við loyvi frá landsdjóralæknanum

 

Samferðsla

Hósmorgunin lá eitt fremmant farmaskip og lossaði á Funningsfirði. Tað undraði mong, at so var. Men Bjørn Harlou, landsdjóralækni, sigur, at loyvi er givið at lossa skipið, og allar reglur eru fylgdar.

Fólk sum ferðasðust fram við Funningsfirði undrast á, at tað ber til at koma við einum farmaskipi til bryggju í Funningsfirði, lossa eina heila last og síðan sigla av aftur firðinum, tá heimafólkið ikki sleppur á flot at fáa sær at kóka.

Í umrødda førinum var talan um eitt skip úr Baltalondum, sum komið var við plattatimbri til plattavirkið Atlantshav í Funningsfirði. Og ikki nokk við, at skipið er komið inn á ein stongdan fjørð. Tað varð eisini lossað, meðan verkfall annars er um stóran part av landinum.

John Kjeld, stjóri á Atlantshavi, sigur við Sosialin, at teir hava verið fyrivarnir og fingið loyvi frá avvarðandi myndugleikum at fáa skipið til bryggju.

? Vit hava øll okkara viðurskifti í lagi, sigur hann. Vit sóttreinsa øll akfør, vit brúka, seta bakkar við sitrónsýru fyri landgangin og gera annars alt tað, heilsumyndugleikarnir krevja.

Spurdur hvussu tað ber til, at skipið verður lossað, hóast verkfall er, svarar hann, at tað gera hann sjálvur og arbeiðsformaðurin, sum ikki er í verkfalli. Og tí kann eingin forða teimum í, sigur John Kjeld.

Vanligt hevur altíð verið, tá skip koma við plattatilfari, at mannignin sjálv høggur í umborð, og formaðurin og onkur annar koyra frá á bryggjuni. Somuleiiðis varð gjørt nú, og tað er avgjørt einki verkfallsrakt arbeiði, sum gjørt verður, leggur John Kjeld dent á.

Fólk, sum búgva við Funningsfjørð undrast á, at tað ber til at koma soleiðis og lossa og fara avstað aftur, tá øll ferðsla annars er bannlýst at kalla.

Til tað sigur Bjørn Harlouu, landsdjóralækni, at hetta farmaskipið, talan er um, hevur fingið loyvi at koma inn á fjørðin og fara beinleiðis til havs aftur.

Treytað er tó, at einki verður fylt í balllasttangarnar, áðrenn komið er í rúman sjógv, soleiðis at skipið ikki tekur møguliga smittu við sær aðrastaðni.

Landsdjóralæknin sigur, at verða tær trygdarreglur, sum hann hevur sett skipinum, fylgdar, er sera, sera lítil vandi fyri, at skipið ber smittu við sær aðrastaðni.

ILA virussið livir bert í kyknunum á fiski, og um tað skuldi hent, at okkurt var komið upp á skipssíðuna, meðan skipið hevur verið á Funningsfirði, verður tað heilt víst vaskað av aftur, meðan siglt verður millum lond, og so doyr tað beinanveg.

At onnur ikki sleppa at sigla á Funningsfirði kemst av, at tað stutt sagt ikki ber til at hava eftirlit við øllum bátum, sum ferðast aftur og fram. Og tá kann vera skjótt, at onkur, so ella so, smýgur sær út um Múlan og endar aðrastaðni og á tann hátt kemur í samband við onnur alibrúk.

Fyri at fyribyrgja tí, er einasti mátin stutt og greitt at steingja fjørðin fyri aðrari ferðlu enn henni, sum kemur beinleiðis úr havinum og fer beint aftur til havs, sigur landsdjóralæknin.