Fremur Jørgen Niclasen valdsreingjan móti Starvsmannafelagnum og KAF?

Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur og eksternur undirvísari á Fróðskaparsetrinum
(Viðmerkingarnar niðanfyri eru skrivaðar sum privatpersónur)

Tann 9. juni 2020 greinaði eg í almennum lesarabrævi vavið á góðkenningarheimildini hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, sambært § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini.

Ásetingin í kommunustýrislógini stavar frá 1999 og hevur til endamáls at tryggja eitt javnt og samsvarandi lønarlag millum starvsfólk hjá landinum og hjá kommunum, sum eru undir sama sáttmálaøki, sbr. bls. 19 í løgtingsmáli nr. 82/1999 – og ikki minst hoyringarsvarið frá sjálvari lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum til uppskotið um nýggja kommunustýrislóg, sum enntá er orsøkin til, at ásetingin yvirhøvur stendur har.

Ikki nøkrum at siga, gjørdi Fíggjarmálaráðið fyrr í ár sáttmála við Starvsmannafelagið. Av tí sama burdi tað verið líka til høgrabeinið hjá Fíggjarmálaráðnum at góðkent sama sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Men eftir at hava umhugsað støðuna í 10 dagar, kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum til ta avgerð fríggjadagin, at hann framhaldandi ikki vil taka málið upp til nýggja viðgerð og vil tí ikki góðkenna sáttmálan.

Hetta er eitt mær vitandi eindømi, tí aldrin fyrr hevur nakar landsstýrismaður latið vera við at góðkent ein sáttmála millum kommunur ella kommunalar felagsskapir og yrkisfelag, sum hann sjálvur hevur gjørt frammanundan við júst sama fakfelag.

 

Landsstýrismaðurin heldur seg hava fingið ein vetorætt

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum segði í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum fríggjadagin 19. juni 2020, at lógarteksturin í § 5, stk. 5 var púra etandi greiður, og at hann hevði allar heimildir at góðkenna ella ikki at góðkenna sáttmálan.

Síðani metti hann sjónarmiðini hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Starvsmannafelagnum bara vera grundaði á nakrar viðmerkingar.

Hesar góðu viðmerkingar eru serligu viðmerkingarnar til sjálva góðkenningarheimildina í kommunustýrislógini, sum greitt vísa, hvørji fyrilit ein landsstýrismaður skal taka í eini avgerð viðvíkjandi góðkenning ella ikki-góðkenning.

Sjónarmiðið hjá landsstýrismanninum tykist vera, at hann hevur fingið ein vetorætt, sum ger seg djúpt inn í kommunala sjálvsavgerðarrættin. Eftir hansara fatan, um eg skilji fatanina rætt, noyðist hann ikki at grundgeva sakliga fyri einari fyrisitingarligari avgerð.

Um vit fylgja fatanini hjá landsstýrismanninum, kundi hann tað sama bara latið vera við at góðkent sáttmálan, tí ov fá í Kommunufelagnum halda við SÍ; ella tí har eru ov nógv myrkhærd í nevndini í Starvsmannafelagnum; ella tí honum dámar ikki kvinnuligar formenn í Kommunala Arbeiðsgevarfelagnum ella okkurt annað, sum púrasta einki hevur við kommunustýrislógina at gera. Hann hevur jú etandi greiðu heimildina, um vit fylgja hansara egnu tankagongd av lógartekstinum...

Landsstyrismaðurin heldur seg við øðrum orðum kunna gera hvat sum helst við góðkenningarheimildini í § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini. Tað setir av álvara rættartrygdina í vága.

At góðkenna ella ikki at góðkenna tílíkan sáttmála millum kommunurnar og fakfelag er ein fyrisitingarlig avgerð, ið er fevnd av fyrisitingarlógini, sbr. § 2, stk. 1 í nevndu lóg. Tílíkar avgerðir skulu grundgevast, sambært § 23, stk. 1 í fyrisitingarlógini, tá ein myndugleiki ikki gevur fult út viðhald, sum landsstýrismaðurin ikki ger í hesum føri. Í grundgevingini skal myndugleikin vísa til møguligar rættarreglur, og myndugleikin skal skila til tey høvuðsfyrilit, ið hava verið avgerandi fyri útinningina av metingini.

Høvuðsfyrilitini, sum § 23, stk. 1, 2. pkt. í fyrisitingarlógini nevnir, skulu sambært einum ótali av dóms- og umboðsmannavenju vera saklig og viðkomandi í mun til ta rættarøki/lóggávu, ið mann er settur at umsita – sum í hesum føri § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, ið hevur til endamáls at tryggja líkskap millum starvsfólk hjá landinum og hjá kommunum undir sama sáttmálaøki, eins og sakligt er at taka atlit til kommunala sjálvræðið, sum ásett í yvirskipaðari lóg og viðmerkingunum til kommunustýrislógina.

Men hvat ger Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hann tekur kommunurnar av ræði og grundgevur við, at tað er búskaparkreppa í landinum, og at limirnir hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá kommununum, eiga tí ikki at fáa somu løn, sum starvsfólkini hjá landinum, tvs. hann fremur tilvitaðan mismun.

Hann heldur, at lønarmunurin kann rættast upp seinni. Hetta var nakað av tí, sum landsstýrismaðurin segði við útvarpið hjá Kringvarpinum fríggjadagin 19. juni 2020.   

 

Détournement de pouvoir

Eftir mínum tykki brúkar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sítt fyrisitingarliga vald til at tryggja ójavna og ósamsvar í lønarlagnum millum starvsfólk hjá landi og kommunum, sum eru undir sama sáttmálaøki. Hetta er stikk øvugt av endamálinum við góðkenningarheimildini í kommunustýrislógini. Búskapurin hjá landinum og samráðingar hjá landsstýrismanninum við onnur yrkisfeløg er eftir mínum tykki eisini fullkomiliga ósakligt og óviðkomandi í mun til § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini.

Øll, sum hava eitt nøkulunda innlit í fyrisitingarrætt, vita, at fyrisitingarlig valdsreingjan, détournement de pouvoir, er at røkja onnur endamál enn tey, ið viðkomadi fyrisitingarmyndugleiki sambært lóg er settur í verðina til at røkja. Í málum um góðkenning av sáttmálum er tað sakliga at tryggja líkskap umvegis eitt javnt alment lønarlag og at mótvirka lønarglíðing millum starvsfólk hjá landi og kommunu, sum virka undir sama sáttmálaøki. Hetta stendur sólaklárt í lóggávuni, har mann vanliga finnur lógligu fyrilitini at grunda sína avgerð á. Eisini stendur, at eitt av endamálunum er, at kommunurnar skulu stýra egnum viðurskiftum í so stóran mun sum til ber.

 

Lalandia og valdreingjanin hjá Rødby kommunu

Í praksis hevur tað víst seg, at fíggjarlig fyrilit ofta vera mett ósaklig og óviðkomandi í mun til ta lóggávu, ið umsitið verður eftir. Eitt skúladømi um valdsreingjan vegna fíggjarlig fyrilit er kendi landsrættardómurin, U.1990.106Ø.

Málið snúði seg í stuttum um Rødby kommunu, sum hevði gjørt eina byggisamtykt, sum tók ósaklig fíggjarlig fyrilit til fyrimuns fyri kommununa sjálva og kenda danska frítíðarsentrið, Lalandia. Byggisamtyktin var til stóran ampa fyri grannarnar í økinum, sum blivu skerdir í møguleikanum at byggja á teirra egnu ogn.

Eystari landsrættur kom til ta niðurstøðu, at tílík fíggjarlig fyrilit til kommununa og privatar einstaklingar vóru hvørki saklig ella viðkomandi í mun til donsku byggi- og býarskipanarlóggávuna (planlovgivningen), har byggisamtyktin sum fyrisitingarlig forskrift hevði sína heimild. Landsrætturin segði m.a. í sínum dómsgrundum (mín áherðsla):

“Sagsøgte, der på grund af bestemmelserne i skøde til den pågældende grundejer, kunne imødese problemer, såfremt byggeriet måtte standses, har herved varetaget egne og/eller den pågældende grundejers privatøkonomiske interesser. Hverken disse interesser ellersagsøgtes interesse i af hensyn til den handels- og beskæftigelsesmæssige udvikling i kommunen at opnå en hurtig gennemførelse af et meget specielt og omfattende byggeri, er hensyn, der kan varetages ved udøvelsen af de beføjelser, der er tillagt sagsøgte i planlovgivningen.

Eins og tað var ósakligt at taka fyrilit fyri fíggjarligu áhugamálunum hjá Rødby kommunu og Lalandia í mun til donsku planlógina, ber allarhelst til at siga, at fyrilitini, ið avgerðin hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um ikki at góðkenna sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, eru ósaklig og óviðkomandi í mun til góðkenningarheimildina sambært § 5, stk. 5, í kommunustýrislógini.

Nevnda áseting hevur ikki til endamáls at røkja búskaparstøðuna hjá landinum, ella at brúka sum jarnbrot í samráðingum við onnur yrkisfeløg til tess at halda almenna lønarlagnum aftur.

 

Kann fáa politiskar og rættarligar avleiðingar fyri landsstýrismannin

Men sum áður sagt, so kann Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, enn taka málið upp til nýggja viðgerð. Alternativið er nokk, at farið verður til dómsvaldið við málinum. Dómsvaldið kann ógilda avgerðina hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, og fáa hann at viðurkenna, at hann fór út um sínar heimildir.

Tað kann so eftirfylgjandi fáa politiskar og rættarligar avleiðingar fyri landsstýrismannin, um hann tilvitað ella av grovum ósketni hevur skúgvað til viks sínar skyldur sambært lóggávuni, sbr. § 5, stk. 1 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins.

Hetta málið er so mikið prinsipielt, at tað allarhelst kann enda í Hægstarætti, um tað heilt løgna skuldi hent, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki fekk viðhald allan vegin ígjøgnum rættarskipanina.