Flutningsfelagið Freshlink er farið í gjaldssteðg.
Tað skrivar vinnuvitan.fo.
– Felagið røkir í løtuni farmasigling millum Føroyar og Skotland, men í seinastuni er kapping vorðin nógv harðari, skrivar vinnuvitan.fo.
Íslendska Eimskip er farið at sigla somu rutu, umframt at føroyskt vinnulív ikki longur sendir so nógvan laks á bretska meginlandið.
– Nógv tann størsti parturin av laksaútflutninginum fer nú til Russlands, og hann fer via Padborg í Danmark. Tað vil siga, at tann laksurin vanliga fer til Danmarkar við Norrønu, skrivar vinnuvitan.fo
Andreas F. Hansen, formaður í nevndini í Freshlink, sigur sambært vinnuvitan.fo, at teir í eina tíð hava arbeitt við einari loysn, men enn er ikki komið á mál.
Trý fólk eru í føstum starvi hjá Freshlink. Farmaskipið er leigað við manning.