Fressar í fínum formi

Terji og Føstufressar høvdu eina frálíka konsert í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Í kvøld er eykakonsert við bólkinum, og bert fá atgongumerki eru eftir. Í gjárkvøldið høvdu Terji og Føstufressar comeback konsert í Norðurlandahúsinum. Hetta var útgávukonsert í sambandi við útgávuna Tvey, sum kom út nakað fyri jól.

 

- Eg havi sjáldan upplivað ein so væl spælandi bólk í Føroyum, sigur ljóðmaurin Hans Andor Johannesen, sum eisini er tekniskur leiðari í Kringvarpinum.

 

- Terji sang eisini væl, og hóast sangirnir hjá Føstufressum eru truplir at syngja, so var tað bara í einstøkum førum, at hann hevði trupulleikar, sigur hann.

 

Føstufressar hava eykakonsert í kvøld kl 19.30, og í løtuni eru færri enn 20 atgongumerki eftir til konsertina.