Bert einaferð var neyðugt hjá løgregluni at leggja seg út í eina harðskapssak á Skálafjarðarstevnuni í ár. Tveir mans vóru til illnar komnir, og gjørdust teir somikið østir, at heldur ógvusligur bardagi stóðst burturúr. Serliga var tað annar teirra, ið var heldur ógvulsligur, og er hesin nú ákærdur fyri harðskap.
Løgreglan tók eisini ein mann fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður, men annars veit løgreglan í Runavík at siga um eina sera friðarliga stevnu. Verðið var gott og hýrurin somuleiðis góður. Nógv fólk nutu góðveðrið, og onkur var, ið hevði drukkið somikið nógv, at tey sovnaðu úti í góðveðrinum. Løgreglan koyrdi tveit fullar mans til hús. Hetta heldur sýslumaðurin kortini ikki hava nógv uppá seg á einari stevnu.
Herverk
Áðrenn Skálafjarðastevnuna var tó ikki eins friðarligt, sum á sjálvari stevnuni. Hósdagin varð herverk framt móti einum persónbili í Runavík, móti busskýlinum í Søldarfirði og móti bygninginum, har Rúsdrekkasølan heldur til.
Løgreglan í Runavík sigur, at herverk eru ein trupulleiki fyri løgregluna, ið stingur seg upp við jøvnum millumbilum. Serliga eru tað busskýli, parkeraðir bilar og handilsrútar, ið ikki fáa frið fyri ótangum. Hetta heldur løgreglan vera sera óheppi. Tey, ið fremja herverkini skemma jú sína egnu bygd til onga nyttu, og tí heitir løgreglan á fólk, ið síggja herverk verða framd, um at siga løgregluni frá, so hon kann fáa bast hesum afturvendandi trupulleika.