Friðarligt

Landsliðið býr í einum lítlum býi nærhendis slovenska høvuðsstaðnum

 

Hóast landsdysturin leygardagin skal spælast í slovenska høvuðsstaðnum, Ljubljana, so er tað ikki her, at føroyska landsliðið og umboðini fyri fjølmiðlarnar búleikast.

Ístaðin er tað í einum minni býi, Bled, at føroyska liðið heldur til. Hetta er ein býur, sum telur einar 11.000 íbúgvar, og er hetta soleiðis ein av teimum 118 kommununum í landinum.

Føroysku áskoðararnir, sum munnu vera úti við hálvt hundrað í tali, búgva hinvegin í Ljubljana, so tað er ikki nógv, sum hesir síggja til liðið fram til leygardagin.


Gott veður

Veðurmenninir siga, at veðrið fer at verða av tí fagrasta hesar dagarnar, sum ferðalagið er í Slovenia.

Roknað verður við, at hitastigini verða eini 20 í tali, og hóast tað so av á koma nakrir dropar niður úr himmalhavinum, so man hetta neyvan fara at vera nakað, sum órógvar fyrireikingarnar stórvegis.