Ófriðarligt uttanfyri náttklubbar í Havn

Løgreglan hevur havt úr at gera uttanfyri tveir náttklubbar í Havn

Fríggjakvøldið hevði løgreglan nokk at gera uttanfyri ein náttklubba í Havn.

Løgreglan varð boðsend, tí tveir mans høvdu fingið sær tað til ítriv at bróta rútar í náttklubbanum. Teir vórðu báðir tiknir og verða skuldsettir fyri herverk.

Men samstundis komu tveir aðrir og blandaðu seg upp í og vildu teimum ann, sum høvdu brotið rútarnar. Teir báðir vórðu eisini tiknir og løgreglan helt, at tað var neyðugt at seta báðar tveir í kjallaran á løgreglustøðini.

Teir verða skuldsettir fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.

Seinni um náttina mátti løgreglan aftur tvær ferðir upp í á sama staði, tí bardagi hevði aftur tikið seg upp við sama náttklubba. Men hesu ferðina var nóg mikið at skilja stríðshanarnar sundur og meiri spurdist ikki burtur úr tí.

Annars fekk løgreglan eisini fráboðan um harðskap uttanfyri ein annan náttklubba, har ein maður stóð og sparkaði ein annan, sum lá niðri.

Tann, sum framdi harðskapin varð tikin og tann, sum var fyri harðskapi, varð fluttur á skaðastovuna, men løgreglan sigur, at hann hevði ikki fingið álvarsligt mein, men hann hevði ein lítlan skurð omanfyri annað eygað.