Friðing broytir fyritreytirnar hjá Varðanum

At Søvn Landsins nú mælir til at friða økið við havnarlagið á Tvøroyri, har ætlanin er at fylla út, broytir fullkomiliga fortreytirnar hjá Varðanum Pelagic, sigur Partaeigari og nevndarlimur í felagnum, Poul Hansen

Poul Hansen, sakførari, er ein av stóru eigarunum í Varðanum Pelagic, og hann heldur lítið um tilmælið hjá Søvnum Landsins um at friða økið við havnarlagið, har ætlanin er at fylla út, so frystigoymslan hjá felagnum kann økjast.
- Tað er í lagi, at gomlu bygningarnir hjá Thomsen eru friðaðir, men var tað so sýdningarmikið at friðað havnarlagið eisini, hví varð tað so ikki gjørt, tá bygningarnir vórðu friðaðir fyrst í 90-unum, spyr Poul Hansen.
Hann heldur, at tey fólk, ið koma inn í bygningarnar hjá Thomsen, seta seg ikki at hyggja út gjøgnum vindeyguni.
- Hesir bygningarnir hjá Thomsen hava ikki forða nøkrum í at flyta úr Suðuroynni, líka so lítið, sum teir hava fingið fólk at flyta til oynna, sigur Poul Hansen.
Hann heldur, at fara politikararnir at góðtaka hesa friðingina, skulu teir ikki taka orðið fólkafráflyting upp á tunguna aftur.
- Hetta er næstan fyrstu ferð í søguni í nýggjari tíð, at vit hava uppliva eina tilflyting til Suðuroyar, og tað er næstan óhoyrt, sigur Poul Hansen.

Vanlig mannagongd
Tað, sum kanska kann síggjast sum ein trupulleiki, er, at byggisamtyktin fyri økið ikki umfatar útfylling. Men tað er púra vanlig mannagongd, at fylla út fyrst, og síðani broyta byggisamtyktina eftirfylgjandi.
- Hetta hava vit sæð í Leirvík, har Landsverk og Innlendismálaráðið vóru nógv uppíblandað, har arbeiðið fyrst varð framt, og byggisamtyktin broytt eftirfylgjandi. Sama er galdandi fyri útbyggingar í Fuglafirði, Toftum, Runavík, Hvalba og Vági. So talan er um púra vanligar mannagongdir, sigur Poul Hansen.
Møguleikin at byggja virkið út var ein av fyritreytunum hjá Varðanum Pelagic at byggja virkið har í fyrstu syftu.
- Verður økið friðað, verða fyritreytirnar fullkomiliga broyttar hjá virkinum, sigur Poul Hansen.
Sjálvur eigur hann teir gomlu bygningarnar hjá Thomsen, eitt nú Seglloftið, men hann fer eingi stig at taka í so máta, uttan mun til úrslitið at friðingini verður.
- Nei, soleiðis spælir klaverið ikki, staðfestir Poul Hansen.