Tað er nú greitt, at allar leiðir innanfyri tríggjar fjórðingar verða ikki friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi við línu, soleiðis sum Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ætlaðu. Endamálið er at friða ungfiskin.
- Toskurin á landgrunninum veksur upp inni við land, og tað er sera umráðandi at smáfiskurin frið, so at hann sleppur at seta til tann vaksna stovnin, siga teir tríggir flokkarnir.
Men nú málið var til viðgerðar í Løgtinginum fekk tað so nógvar ákoyringar, eisini frá limum í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, at semjan fór hálvavegna í upploysn.
Ført varð fram, at hetta fer at forkoma útróðrinum sum vinnu her á landi.
Ístaðin fyri at tvíhalda um semjuna fóru umborð fyri teir tríggjar flokkarnar í einrúm og tá ið teir komu aftur, varð semjan broytt við tí úrslitið, at nú er friðingin flutt hálvan annan fjórðing inn.
Tað merkir, at nú er semja um, at allar leiðir innanfyri hálvan annan fjórðing skulu friðast fyri vinnuligan línufiskiskap.
Men friðingin er ikki galdandi fyri kalvalínu og hemaralínu og samstundis verður fiskiskapur við øðrum húkareiðskapi, enn línu, eisini loyvdur.
Harafturat verður ein leið eystur úr Fugloynni og ein leið á Mýlingsgrunninum friðaðaðar fyri allari veiðu við tí endamáli at verja uppvakstrarøkið hjá toski.
Men vísa kanningar hjá Havstovuni, at ongin ungfiskur er á einum ávísum øki, kann tað latast upp í ávís tíðarskeið.
Samstundis sigur nýggja politiska semjan, at friðingin verður tíðaravmarkað og fer úr aftur gildið tann 31.august í 2013.