Fríða bleiv nummar 3 í MGP

Fríða og Sarah blivu triðfremstar í danska Barnaprixnum

Í kvøld hevur danska MGP verið – hetta er Grand Prix fyri børn og ung.

Ein av luttakarunum var Fríða Vágsheyg Sigurðsson úr Klaksvík, sum er búsitandi niðri. Hon luttók saman við vinkonuni Sarah.

Eftir at øll 10 luttkandi høvdu framført, vóru tríggir bólkar sendir víðari í finaluna. Ein av teimum var Froja & Sarah. Tær og hinir finalistarnir framførdu einaferð afturat, og tá ið so endaliga úrslitið kom, gjørdust tær nummar 3. Tær fingu 25 prosent av atkvøðunum, nummar 2 fekk 30 prosent, og vinnarin vann rættiliga trygt við 45 prosentum av atkvøðunum.

Omanfyri ber til at síggja framførsluna hjá Fríðu og Sarah í MGP í kvøld.