Fríggjadagur 13. er í dag

Fríggjadagur trettandi er dagurin, tá øll ráða hvørjum øðrum til at ansa sær fyri allari óeydnu. Hetta er helst oftast bert til stuttleika.

 

Fólk hava gjørt sær mangar hugsanir um, hvar søgan um fríggjadag trettanda kemur frá. Summi halda, at tað er tí, at 13 er eitt óeydnutal, og Jesus bleiv krossfestur ein fríggjadag. Onnur halda, hetta er ein óeydnudagur, av tí at Adam og Eva ótu av súreplatrænum fríggjadag trettanda.

 

Mong bert fegnast um hendan dagin, tí hetta er byrjanin upp á vikusskifti, men fyri nøkur er hesin dagurin ikki nakað at fegnast um. Hesi hava eina sjúku, sum eitur Paraskeividekatriaphobia. Hetta er sjúklig ræðsla fyri fríggjadegnum trettanda.