Inntil leygarkvøldið var Clayton Soares, sum á ársveitsluni varð kosin at vera ársins spælari, tann einasti, ið hevði skrivað undir sáttmála fyri næsta kappingarár.
Leygarkvøldið varð einki sagt um venjaran. Men boðað varð frá fleiri sáttmálum millum ÍF og spælarar.
ÍF veteranurin Fritleif í Lambanum hevur í ár verið á Skála. Nú er tað greitt, at hann aftur verður ÍF spælari. Fritleif hevur á Skála fyri tað mesta verið í miðverjuni, men hann hevur áður eisini verið miðvallari og vongverji.
Tveir av teimum, sum í ár hava verið millum teir drúgvastu á ÍF liðnum, hava skrivað undir fyri næsta ár. Talan er um Andy Ó. Olsen og Ari Ó. Ellingsgaard.
Tveir ungir fuglfirðingar, sum í ár hava snoddað til besta liðið, hava skrivað undir sáttmála fyri næsta kappingarár. Talan er um átjan ára gamla Jóhan Petersen og 22 ára gamla Margeir Toftegaard, sum báðir eru framrættaðir spælarar.
Enn er tað ikki greitt, hvør verður venjari í Fuglafirði næsta kappingarár.