Frits er bæði myndlistafólk og tónleikari. Tvey øki innan listina, sum hann meistarliga megnar at samantvinna, tí tónleikurin er nevniliga eitt afturvendandi tema í málningunum hjá Frits.
Hesa ferð hevur Frits 41 spildurnýggj verk, sum hann hevur málað til høvið. Til ferniseringina fara nakrar av kvinnunum í Fuglafjarða gentukórið at syngja. Somuleiðis verður okkurt til góman.
Framsýningin letur upp kl. 16:00 og hevur opið til sunnudagin 8. oktober.