Fróði framvegis formaður í FC Hoyvík

Nevndin fekk frá eykaaðalfundinum heimild at finna tveir nevndarlimir aftrat teimum fimm, sum nú eru í nevndini

28. oktober var eykaaðalfundur í FC Hoyvík. Á skránni var nevndarval, og nú hevur nýggja nevndin skipað seg. Fróði Danielsen var formaður, og Fróði Danielsen er framvegis formaður í felagnum.

 

Í ásetingunum verður sagt, at tað í nevndini skulu vera millum fimm og sjey nevndarlimir. Tað eru fimm nevndarlimir, og eykaaðalfundurin gav nevndini heimild at finna upp í tveir nevndarlimir aftrat.

 

Í nevndini eru Fróði Danielsen formaður, Beinir Fossádal, Poula Árnadóttir Lervig, Jan Vestergaard og Bjarni Beder.

 

Í ungdómsnevndini eru í løtuni fýra limir: Annika Poulsen, Annika Thomsen, Rógvi Weyhe og Jan Vestergaard.

 

Í felagnum er stórt virksemi millum børn og ung. Besta liðið hjá mannfólkunum flutti fyri stuttum niður úr 1. og í 2. deild, og kvinnuliðið royndi seg í ár fyri fyrstu ferð í bestu deildini.

 

Sagt verður, at nevndirnar eru farnar undir at fyrireika næsta kappingarár.