Fróði spælir landsdyst nummar 80

Landsliðsliðskiparin nærkast landsliðsmetinum hjá Óla Johannesen í hvørjum

Tá Fróði Benjaminsen í morgin rennur á vøllin er tað fyri 80. ferð í landsliðssamanhangi. Metið hevur Óli Johannesen, sum hevur spælt 83 landsdystir. Spurningurin er so hvussu spentur ein spælir er til dyst nummar 80.

 

Les eisini: Lars hevur sett liðið

 

- Spenningurin er sum hann altíð hevur verið. Tað er altíð ein heiður at spæla fyri landsliðið og hvør uppgáva er spennandi. Eg føli meg væl og havi verið heppin ikki at havt nógvar álvarsligar skaðar í míni tíð, sigur 36 ára gamli Fróði Benjaminsen.

 

Les eisini: Nýggir mans við frá byrjan

 

Mótstøðuliðið í morgin er Finnland, sum kom í okkara bólk úr fjórða styrkisbólki.

 

- Á heimavølli er tað næstan líka mikið hvørjum vit spæla móti, so hava vit ein møguleika. Við uppbakning frá áskoðarunum, so trúgvi eg heilt víst at vit hava ein møguleika, sigur Fróði Benjaminsen.

 

 

Les eisini: Veddingarfyritøkurnar trúgva als ikki upp á Føroyar

 

Eftir venjingunum at meta, so kemur Fróði at spæla saman við Róaldi Jakobsen og Halli Hansson á miðvølinum. Hetta er fyrstu ferð, at Róaldur er við á landsliðnum. Fróði vil tó ikki fyri halda seg til gitingarnar um uppstillingina.

 

Les eisini: Dreymurin brast í fyrstu venjingini

 

- Nú veit eg ikki hvussu liðið kemur at síggja út og hvør kemur at spæla hvar, men tað hevur minni týdning. Tað týdningarmiklasta er, at spælararnir eru til reiðar frá byrjan, sigur Fróði Benjaminsen um helst nýggju samansetingina á miðvøllinum.

 

EM undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt byrjar longu klokkan 13.

 

Hoyr samrøðuna við Fróða Benjamisnen við at trýsta á pílin undir myndini