Ein heiður til kvinnuligan syklus: Nýtt lag frá FRUM

FRUM gevur út styrkjandi nýggjan sang "Cycle". Lagið hevur hon gjørt í samstarvi við norsku upcoming stjørnuna Ninu Ugland (Nina Fay).

Tónleikarinnan FRUM er klár at geva út sítt triðja staklag í ár, "Cycle" – ein sang, ið setir sjóneykuna á týdningin av at skilja kvinnuliga syklusin.

 

Við hesum lagnum gevur FRUM eina inniligari og hugsavnan boðskap um teir náttúrligu rytmurnar, sum mynda lív kvinnna.

 

FRUM fekk íblástur til "Cycle" frá síni egnu ferð av tilvitan. Hon skrivaði sangin, eftir at hon hevði skilt, hvussu nógv lættari lívið gjørdist, tá hon veruliga kendi sítt egna syklus.

 

Lagið er bæði ein persónlig spegling og eitt kall um meira opinleika um evnið.

 

– Eg haldi, at gentur og kvinnur vita ov lítið um okkara tíðarskeið, og hvussu tað ávirkar okkara lív, sigur Jenny Kragesteen, sum í tónleikahøpi kallar seg FRUM.

 

– Við 'Cycle' vil eg varpa ljós á hetta evnið og eggja til eina djúpri fatan av okkara kroppi og sinni, sigur hon. 

 

Tað var eisini týdningarmikið fyri FRUM, at ein kvinnuligur framleiðari stóð fyri framleiðsluni av sanginum. Hon fann tann rætta samstarvsfelagan í Nina Fay, ein av Noregs mest spennandi, komandi tónlistafólkum.

 

– Nina er ótrúlig – ikki bara sum framleiðari, men eisini sum persónur. At arbeiða saman við henni um 'Cycle' var ein fantastisk uppliving, sigur FRUM.

 

Lagið setir sjóneykuna á syklus, men er eisini partur av eini heildarútgávu sum minnir okkum á, at vit øll eru knýtt saman – ikki bara til okkara egnu rytmur, men eisini til teir størri sirklar í alheiminum.

 

Lagið kann hoyra á ymsu stroymingartænastunum - sí HER.

 

##med2##