Frustratión um fiskavirkið í Vági

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vágs kommunu, heldur tað vera rættiliga frustrerandi, at einki hendir við fiskavirkinum í Vági, sum nú hevur ligið uttan virksemi í langa tíð.

- Tað hevði skapt bjartskygni og viðvirkað til størri trivnað í kommununi, um eini 50 fólk dagliga vóru til arbeiðis á stóra fiskavirkinum í Vági, sum í sínari tíð taldist millum fremstu virkir av sínum slag í okkara parti av heiminum. Jú, tað er nokso frustrerandi, at einki virksemi er á virkinum.

Tað ásannar borgarstjórin.

Hon heldur tað vera stórt spell, at tað ikki skal bera til hjá vinnulívinum at skapa virksemi aftur á fiskavirkinum.

- Vit eru ógvuliga fegin um, at Faroe Farming framvegis hevur virksemi her suðuri, og tað hevði glett okkum uppaftur meiri, um møguleikar vórðu til at slapt enn størri virksemi í hesum stóra virkisbygningi, sum í sínari tíð hevði so stóran týdning fyri fólk og kommunu.

Kirstin Strøm Bech vísir á, at um fiskaarbeiði var á virkinum, hevði hetta í fyrsta lagi komið arbeiðsfólki í Vági til góðar, men hetta hevði eisini verið kærkomið hjá skúlaungdómi, nú summarfrítíðin stundar til.

- Tað plagdi at koma væl við hjá skúlaungdómi at fáa nakrar tímar á virkinum, tá tey fingu summarfrí, sigur hon.

Borgarstjórin í Vágs kommunu sigur, at nú jóansøka stendur fyri durum, hava ungdómar fingið nakrar tímar hjá kommununi, har tey kunnu hampa og frýðka um í bygdini, rudda og mála, soleiðis at býurin verður klárur at taka ímóti jóansøkugestum.

- Vit fegnast um at kunna geva skúlaungdómum og ungdómum, sum kanska fara víðari á miðnámsskúla til heystar, nakrar tímar, samstundis sum hetta eisini frýðkar um í býnum, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri.