FS Vágar framvegis fult

Fótbóltur 2. deild: FS Vágar vann 3-2 á GÍ og er nú fremst í 2. deild

2. deild: GÍ-FS Vágar 2-3 (1-1)


Hóast talan var um ikki so galnan dyst í næstbestu deildini, so var støðið ongantíð tað, sum tað verður roknað við í 1. deild. Men FS Vágar vann 3-2 í Sarpigerði, tá teir í fyrrakvøldið spældu útsetta dystin móti GÍ, og nú mugu vágamenn ? fyribils í hvussu so er ? metast sum eitt gott boð uppá uppflyting.

Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá Omar Pálsson, sum var raskur framrættaður miðvallari, setti hol á. Heini Heinason fór til baklinjuna í vinstru og legði út frá, og eftir málið hevði heimaliðið fleiri møguleikar (Kim Petersen hevði kanska tann størsta).

Tíggju minuttir fyri hálvleik javnaði Birgir Joensen, sum fór sjálvur av miðjuni, sneiddi Mortan Joensen av og trillaði í málið.

Í 2. hálvleiki legði GÍ aftur harðliga fyri. Jóhan á Mýrini í FSV málinum hevði eina framúr bjarging, og so kom hansara lið alt meiri við. Á tímanum var Birgir Joensen aftur upp á spæl við fluktskoti eftir innlegg úr vinstru, og fimm minuttir seinni økti Eyðfinn Fjalsbak (bara eina lítla løtu seinni varð hann útvístur, tí hann hevði fingið tvey gul kort), sum úr 18 metrum sendi fríspark ígjøgnum manngarðin hjá GÍ.

Stutt fyrileiklok pyntaði oyndfirðingurin Karsten Abrahamsen, sum í 2. hálvleiki var komin inn á vongverjan í høgru, um fyri heimaliðið, men vágamenn riðu stormin av, og tá teir sunnudagin fara til Hvalbiar, er tað við fullum stigatali.