FS Vágar knýtir seg til vónina

Fleiri spælarar eru skaddir, og tað ger ikki uppgávuna lættari, tá vágamenn skulu vitja HB í Gundadali


 

Mest kroysta liðið, sum fer at spæla seinnapartin í dag, er FS Vágar. Albert Ellefsen, Jonhard Joensen og teirra menn skulu í Gundadal.

Hvussu nógv tað akkurát verður neyðugt at fáa við vestur aftur er ikki heilt greitt. Men tað er greitt, at um FS Vágar skal hava nakran møguleika eisini komandi ár at spæla í bestu deildini, so skulu teir hava stig við til hús aftur.

Um B71 einki fær í Gøtu, so verður tað nóg mikið hjá FS Vágum við javnleiki í Gundadali. Tá verður stigatalið hjá FS Vágum og B71 tað sama, men FS Vágar verður hægri á endaligu støðutalvuni. Tað verða teir, tí teir hava staðið seg betri í innanhýsis dystunum. Tá FS Vágar í triðja umfarinum var á Sandi, vunnu vágamenn 1?0. Tá B71 í 12. umfarinum var í Miðvági, var úrslitið 2?1 til heimaliðið.


Skaðarnir

Hjá vágamonnum stendur einki serligt til við fólki. Ímóti KÍ noyddist Tór?Ingar Akselsen at taka seg úr dystinum, tí hann hevði trupulleikar við fótliðnum. Tór?Ingar hevur ikki vant í vikuni, og hann verður ikki við í dag.

Kim Poulsen sat skaddur uttanfyri ímóti KÍ, og hann er framvegis skaddur. Jón Nielsen var fyrr í vikuni noyddur at gevast at venja orsaka av skaða. Fyrrapartin í gjár vistu teir í Vágum ikki, um hann verður tøkur í dag.

Torkil Nielsen hevur ikki vant. Um hann kanska fer at hjálpa til, nú tað stendur heilt nógv upp á spæl, vistu teir ikki í gjár.

? Vit vóna, at tað fer at eydnast at leingja kappingarárið við tveimum dystum ímóti Skála, men tað verða ikki bara vit, sum skulu avgera, um vit skulu flyta beinleiðis niður ella ikki. Men vit vita, at tað verður neyðugt hjá okkum at fáa stig, ásannar Albert Ellefsen.


Hallur í vetrarfrí

HB venjarin eitur framvegis Ion Geolgau. Hann kennir væl annan av FSV venjarunum. Í 1999 var Albert Ellefsen hjálparvenjari hjá rumenska venjaranum í HB. Men Albert skal neyvan rokna við nakrari hjálp frá Ioni. Bæði hjá HB venjaranum og spælarunum ræður um at enda kappingarárið betri, enn tað hevur gingið nógvar tær síðstu ferðirnar.

Hjá HB eru somu spælarar tøkir, sum hava verið tað tær seinastu ferðirnar. Undantakið er miðvallarin Hallur Danielsen. Gula kortið ímóti B36 hevði við sær, at hann er leikbannaður og harvið farin í vetrarfrí.

Tá HB í 9. umfarinum var í Miðvági, vann HB 4?1.