FS Vágar slapp úr botninum

Fótbóltur, 2. deild menn: Vágamenn lótu jumboplássið liggja eftir í Runavík leygardagin

FS Vágar, sum flutti niður úr 1. deild í fjør, hevur ikki havt tað lætt í síni nýggju tilveru sum 2. deildarlið. Tað hevur ikki verið nakar serligur trupulleiki at skjóta mál, men tað hevur kortini gingið sera striltið við at vinna.

Ikki fyrr enn í seinasta umfarið undan summarsteðginum bar til hjá vágamonnum, sum tá vundu burtur úr Royn.

Og leygardagin helt góða gongdin fram, tá FS Vágar vann 3-0 á NSÍ í Runavík. Hesin sigurin hevði við sær, at FS Vágar ikki longur er niðast í 2. deild, og nú kann tað bert ganga ein veg, halda teir har vesturi.

FS Vágar spældi væl í fyrra hálvleiki leygardagin, men hóast tað komu øll málini í seinna hálvleiki, tá vágaliðið ikki spældi so væl sum undan hálvleikssteðginum.

Tað gekk ein góður tími, áðrenn hol kom á. Tað var ungi og evnaríki Kim Poulsen, ið annars ikki hevur verið so nógv at sæð á FSV-liðnum, sum fekk fatur á einum riposti frá vælkenda Ábraham Hansen, sum vardi NSÍ-málið henda dagin.

NSÍ var annars komið betur frá byrjanini í seinna hálvleiki, og ta einu ferðina noyddist FSV-málverjin Johan á Mýrini at vísa øll síni evni, tá hann fór í fulla longd eftir einum skoti, sum hevði beina kós upp móti trýkantinum.

Tað gekk ein góð løta, áðrenn FS Vágar økti um leiðsluna. Dómarin skrivaði 82 á dómaraseðilin, tá Kim Poulsen enn eina ferð gjørdi vart við seg. Bólturin varð sendur langt fram á NSÍ-hálvuna. Ein NSÍ-verjuleikari var nærmast á honum, og Ábraham var á veg út eftir honum. Men Kim tveitti seg fram um verjuspælaran og snýtti bæði hann og málverjan, og so var 2-0.

Tveir minuttir seinni setti Magnus Samuelsen, sum bert hevði verið á vøllinum í seks minuttir, punktum eftir gott uppspæl frá Hannusi Olsen.

Við sigrinum kom FS Vágar upp á 11 stig, meðan NSÍ datt niður á jumbo-plássið, sum vágamenn annars hava havt í varðveitslu meginpartin av kappingarárinum.

Trupulleikin hjá FS Vágum í ár hevur fyrst og fremst verið, at tað hava verið ov fáir royndir spælarar á liðnum.

Nú í seinnu helvt eru menn sum Valbjørn Ole-Jacobsen og Petur Ritter komnir við á liðið, og tað styrkir at hava slíkar menn við, tá tað gongur ímóti.

Komandi leygardag fær FS Vágar vitjan av oddaliðnum B71, og tað kann gerast ein rættiliga áhugaverdur dystur millum tey bæði liðini, sum fluttu niður úr 1. deild í fjør.

NSÍ hevur eisini heimadyst næsta leygardag, tá Royn kemur norður.