FSF: Dómarar í Barcelona kosta ikki eyka

Venjingarlegan í Barcelona hjá dómarunum kostar ikki eyka, sigur fótbóltssambandið

Føroysku dómararnir og hjálpardómararnir á fyrireikingarskeið undan kappingarárinum 2016 - Mynd: Álvur Hansen

Tað hevur vakt ans, at fótbóltssambandið hevur sent um hálvt hundrað fólk avstað til Barcelona í samband við dómaraskeiðið, sum hesa ferð var ein venjingarlega.

Vanligt hevur verið, at árliga dómaraskeiðið hevur verið á Hotel Føroyum, meðan Gundadalur hevur verið karmur um tann íðkandi partin. Tað hevur tó ikki kostað FSF eyka, at skeiðið hesa ferð var í Spania.

-       FSF og feløgini betaltu sín part sum vanligt er, men hesa ferð var eisini eitt egingjald, sum samanlagt ger, at útreiðslurnar hjá FSF eru tær somu sum vanligt, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, og leggur afturat:

-       Tað er álagt okkum gjøgnum UEFA, at hava nøkur ávís árligt skeið. Vit hava í hesum førinum eisini valt at leggja fleiri skeið saman, so at eitt nú eygleiðaraskeiðið eisini er á hesum túrinum, sigur Virgar Hvidbro.

Hann leggur dent á, at útreiðslurnar til vejingarleguna ikki hava kostað FSF meiri enn vanligur útreiðslurnar, ið fótbóltssambandið hevur av at hava áløgdu skeiðini.

-       Vit fingu eisini avbera gott tilboð upp á túrin, tí tað er ikki hásesong fyri vitjandi í Barcelona hesa ársins tíð, sigur Virgar Hvidbro.

Hann leggur afturat, at afturmeldingarnar frá túrinum eru avbera góðar. At luttakararnir hava fingið nógv burturúr, og at túrurin sum heild er væl eydnaður. So er spurningurin, um vit koma at síggja tað aftur á fótbóltsvøllinum í 2016?