FSF og Articon gjørt sáttmála

Útbyggingin av Tórsvølli fer nú í gongd. FSF og Articon hava skrivað sáttmála um byggibúning av suðurendanum við Tórsvøll, har nýggi bygningurin hjá FSF skal standa.

 

Umframt byggibúningina, skal Articon taka niður áskoðaraplássini við suðurendan av Tórsvølli. Arbeiðið, sum nú verður gjørt, umfatar útgrevstur, planering undir nýggja bygninginum og stoyping av fundamentum og ymiskt annað, í samband við byggingina av nýggja FSF-húsinum, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu sínari.

 

Arbeiðið, ið nú fer at byrja, skal vera liðugt tíðliga í mars mánað. Meðan útbyggingin fer fram, verður sjálvur bygningurin liðugt projekteraður. Væntandi verður nýggi bygningurin hjá Fótbóltssambandi Føroya boðin út í lisitatión um ein mánað, skrivar fsf.fo

 

Mynd: (www.fsf.fo) Jón Danielsen(t.v)stjóri í Articon, og FSF-forsetin, Christian Andreasen, hava í dag undirskrivað sáttmála um byggibúning av suðurendanum við Tórsvøll