In.fo skrivaði í gjár um leikbannið, sum Sebastian Pingel og 15 aðrir spælarar fingið frá danska fótbóltssambandinum. Eftirfylgjandi hevur Fótbóltssambandið viðgjørt málið og komið til ta niðurstøðu, at leikbannið er ikki galdandi í Føroyum.
Les eisini: Fýra dystir leikbann til Pingel
- Leikbannið stendur ikki við í Føroyum. Vit hava spurt okkum fyri í Danmark og har er ongin kunnung komin um leikbannið. Úr DBU verður sagt, at sakin hevði verið ein onnur, um spælaraloyvið hevði blivið flutt til Føroyar, eftir at hann hevði fingið leikbannið, sigur Virgar Hvidbro við in.fo í dag.
Les eisini: Hatta kenni eg einki til
Sostatt kann Sebastian Pingel spæla við, tá HB sunnudagin spælir móti Víkingi. Tað kann Aleksandar Stankov eisini. Hann hevur fingið uppihalds- og arbeiðsloyvini upp á pláss í vikuni.
Les eisini: Stankov við móti Víkingi
17. umfar:
Víkingur – HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
EB/Streymur – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ – TB/FCS/Royn (15.00)
B36 – ÍF (15.00)
Skála – 07 Vestur (15.00)