Ein av teimum, sum hevur verið longst uppií leiðsluni av einum føroyskum fótbóltsfelag, er Niclas Davidsen. Síðani 1973 hevur hann havt við fótbóltin á Toftum at gera.
Hann sigur seg harmast um, at tað hevur verið neyðugt at broyta skránna fyri fyrsta umfarið. Men í sama andadrátti sigur hann seg skilja og góðtaka, at tað hevur verið neyðugt við broytingum.
? Vit hava í fleiri vikur fyrireikað okkum til at spæla ímóti HB. Tí kom tað illa við, tá vit mikukvøldið fingu at vita, at vit skulu spæla ímóti GÍ og ikki HB. Fyrireikingarnar hava eitt nú verið at gera leikskránna. Venjingin hevur eisini borið dám av, at vit skuldu spæla ímóti HB. Akkurát tá eg fekk boðini um, at skráin var broytt, var venjarin hjá okkum í Gundadali og hugdi at steypadystinum millum HB og B36. Tað var hann sjálvandi, tí vit skuldu spæla móti HB sunnudagin.
Men tit spæla ímóti GÍ?
? Sjálvandi gera vit tað, og tíbetur hevur Hestprent, sum ger leikskránna hjá okkum verið lagaligt. Tað vil siga, at vit fáa broytt leikskránna, so hon verður fyri dystin B68-GÍ og ikki B68-HB.
Niclas Davidsen harmast vegna venjaran og spælararnar, at broytingar eru gjørdar, men hann góðtekur tær fult og heilt, og tað gera hini feløgini eisini.
? Tað snýr seg um at fáa dystirnar spældar. Eg havi skilt, at tað eru so nógv fyrilit, sum skulu takast, tá dystirnar eru fluttir. Eitt er, at tað skal passa saman við, at liðini framvegis hava heimadystir, tá stevnurnar hjá teimum eru. Hetta mugu teir í FSF hugsa meiri um, enn vit gera, sum fyrst og fremst hava okkara dystir at ganga uppí. Vónandi verður verkfallið av skjótt, so alt kemur í rættlag aftur, endar spakføri B68 formaðurin.