FSF tekur Alli-málið upp

Amerikanski verjuleikarin hjá KÍ fær møguliga leikbann fyri umstrídda tilburðin í Gundadali farna vikuskiftið

Í dystinum ímillum HB og KÍ var ein umstríddur tilburður, har tað var rættiliga eyðsæð, at Mayowa Alli hjá KÍ slóð Ari Mohr Olsen hjá HB, sum frammanundan hevði hálað í troyggjuna hjá amerikanska KÍ-verjuleikaranum. Dómarin sá ikki hendingina, men tilburðurin varð fangaður á band og sæst omanfyri greinina.

 

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter, váttar fyri in.fo, at fótbóltssambandið fer at taka málið upp við støði í sjónbandaupptøkunum, sum eru at finna á Youtube.

 

Og helst kemur ein úrskurður av viðgerðini av málinum longu í dag, tí at í viðmerking við in.fo sigur Róin Schrøter, sum er búsitandi í Hvalba:

 

- Eg kann siga so mikið sum, at eg skal heim við Smyrli klokkan 21 í kvøld, og tá er ein avgerð helst tikin í málinum.

 

KÍ vann dystin ímóti HB 3-2 og styrkti harvið um sína oddastøðu. Komandi dysturin hjá KÍ er á heimavølli ímóti TB sunnudagin, og spurningurin er so, um Mayowa Alli sleppur at spæla við í hesum dysti ella ikki.

 

RÆTTING KL 18:50:

 

FSF hevur í kvøld boðað frá, at ongin úrskurður kemur úr málinum fyrr enn í morgin.